Bygma Balslev: Gravgangur eftir máling og brettum

30. apríl. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hjá Bygma Balslev lata tey væl at søluni. Fólk keypa tilfar til hús og urtagarð, tí í ár verður summarfrítíðin helst hildin í Føroyum

Føroyingar hava ásannað, at tað hvørki verður Barcelona ella Barbados í summar, og tí gongur leiðin hjá nógvum í Bygma Balslev at keypa terrassubretti, máling ella tilfar til urtagarðin.

Hjá Bygma Balslev hava tey havt úr at gera, síðan corona sendi fólk til hús og stongdi landamørkini.

Fleiri privatkundar

- Í mars mánaði høvdu vit næstan tríggjar ferðir so nógvar avgreiðslur sum mars í fjør. Hetta eru serliga privatfólk. Og sama gongd hevur verið í apríl, sigur Sjúrður Olsen, stjóri í Bygma Balslev.

Tilsamans 60 fólk starvast hjá Bygma Balslev. Fyritøkan selur tilfar og útgerð til sethús - timbur, máling, køkar, vindeygu, terrassubretti, lampur o.a.

Vanliga selja tey mest til entreprenørar og handverkarar hesa tíðina, men nú hava privatkundarnir verið fleiri.

Ordrarnir hjá privatkundunum eru nakað smærri enn hjá vinnuligu kundunum, men taka tó longri tíð. Vinnukundarnir vita sum oftast, hvat teir skulu hava, meðan privatkundarnir hava brúk fyri meira ráðgeving, sigur Sjúrður Olsen.

Summarfrí í urtagarðinum

- Sølan í mars og apríl í ár er tað, sum vit vanliga selja í juni-juli, tá fólk hava summarfrí.

Tað, sum fólk serliga hava keypt seinastu tveir mánaðirnar, er tilfar til at byggja garð rundan um húsini, terrassubretti og máling.

Orsøkin til stóra gravgangin eftir hesum tilfarinum er helst, at allarflestu føroyingar fara at halda summarfrítíðina heima á klettunum í ár orsakað av corona, metir Sjúrður Olsen. Av somu orsøk væntar hann, at tey fara at hava nógv at gera hjá Bygma Balslev í summar.

Býta starvsfólkini upp

Tá coronasmittan kom hendanvegin, gjørdu tey átøk beinanvegin fyri at avmarka smittuvandan, bæði millum starvsfólkini og í handlunum.

Starsvfólkini sluppu ikki longur at savnast í stóra køkinum til kaffisteðgir og miðmála. Tey fingu boð um at uppihalda seg á einstøku arbeiðsstøðunum, t.v.s. byggibúð fyri seg og handverkarabúð fyri seg.

Tey, sum kundu arbeiða heimanífrá, fóru heim at arbeiða, eitt nú seljarar og tey, sum svara telefonunum. Umleið helvtin av starvsfólkunum hevur arbeitt heimanífrá, metir Sjúrður Olsen.

Eisini eru mannagongdirnar á goymsluni broyttar, soleiðis at liðini arbeiða forskotið. Eitt morgunlið møtir sum vanligt klokkan 5 at pakka bilarnar, og hesi starvsfólkini fara so til hús kl. 14-15. Síðani kemur eitt annað lið umleið kl. 16 og arbeiðir so til nakað út á kvøldið. Á tann hátt slepst undan, at nógv starvsfólk savnast á einum stað í senn.

Áminningar og spritt

Nú er vanligi gerandisdagurin so smátt byrjaður aftur hjá Bygma Balslev, og starvsfólkini, sum hava arbeitt við hús, eru komin aftur á arbeiðsplássið.

Í handlunum eru merki og vegleiðingar við áminning um at halda frástøðu, og spritt stendur frammi. Hetta við frástøðuni hevur verið ein avbjóðing, tí so nógvir kundar hava verið seinastu tíðina, sigur Sjúrður Olsen.

Væntar afturgongd

Árið í fjør var sera gott hjá Bygma Balslev. Tey høvdu tí budgetterað við einum umsetningi í 2020, sum er 10% lægri enn í fjør, og hetta sær út til at halda rættiliga væl. Januar og februar vóru nakað verri enn væntað, meðan mars og apríl hava verið góðir, sigur Sjúrður Olsen.

Enn hevur Bygma Balslev ikki havt brúk fyri hjálparpakkunum hjá landinum.

Hóast Sjúrður Olsen kann fegnast um, at fyritøkan hevur úr at gera í løtuni, væntar hann ikki, at trøini vaksa inn í himmalin. Hann sær fyri sær, at tað kemur ein afturgongd.

- Eg vænti, at tað verður ein lítil niðurtúrur í heyst. Ongin veit ordiliga enn, hvussu tíðirnar fara at verða, men búskapurin verður ávirkaður og hetta kemur at raka okkum, sigur hann.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025