Skærmbillede 2024 02 12 084121

CO2-roknarin fyri 2023 er nú tøkur

12. februar. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi | Burðardygd

Nú ber til hjá fyritøkum at rokna sítt CO2-útlát fyri 2023 við føroyska CO2-roknaranum. Hetta kunngerð Umhvørvisstovan, ið hevur ábyrgd av at árligu dagføringini av CO2-roknaranum

CO2-roknarin er eitt rokniamboð í Excel, ið fyritøkur kunnu nýta til at gera upp sítt árliga CO2-útlát. Sambært altjóða leiti verður útlátið býtt upp í trý vav:

  • Vav 1: Útlát frá brennievnum og kølievnum
  • Vav 2: Útlát frá elnýtslu og fjarhita
  • Vav 3: Útlát frá allari virðisketuni (15 bólkar, harav 6 bólkar eru tøkir í CO2-roknaranum)

 

Tá fyritøkur rokna sítt útlát fyri fyrstu ferð
Fyrstu ferð, ið ein fyritøka skal gera upp sítt útlát, er skilagott at bert gera hetta fyri vav 1 og 2. Til at rokna hetta útlátið er neyðugt at fáa hesi hagtøl til vega:

  • Nøgd av brennievni (frá orkufeløgum)
  • Nøgd av kølievni, ið er fylt á (innanhýsis rokning)
  • Elnýtsla (frá SEV)
  • Fjarhitanýtsla (frá Fjarhitafelagnum)

Eru fyrispurningar ella ivamál um CO2-roknarin, ber til at venda sær til Vinnuhúsið ella beinleiðis til Umhvørvisstovuna fyri at fáa vegleiðing.

Allir CO2-roknarar (2021, 2022 og 2023) kunnu takast niður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her: Luft og veðurlag - Umhvorvisstovan (us.fo)

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737