Cruiseskip
Sjóvinnufelagið

Cruiseferðavinnan eigur at skapa størri virði

23. februar. 2026 | Tiltak

Cruiseferðavinnan veksur, og møguleikarnir eru stórir. Týsdagin 3. mars kl. 13 skipar Sjóvinnufelagið fyri almennum kunnandi tiltaki um, hvussu vinnan kann skapa størri virði fyri føroyskt vinnulív.

Cruiseskip vitja í vaksandi tali, men gagnnýta vit veruliga teir vinnuligu møguleikarnar? Á tiltakinum verður sjóneykan sett á, hvussu cruiseferðavinnan kann gerast ein sterkari og meira virðisskapandi partur av føroyska vinnulívinum.

Cruiseferðavinnan er ein vaksandi partur av altjóða ferðavinnuni, og Føroyar hava seinastu árini merkt ein støðugan áhuga frá reiðaríum og ferðaskipum. Hetta skapar møguleikar. Ikki bert fyri ferðavinnuna, men ein breiðan part av føroyska vinnulívinum.

Havnir, tænastuveitarar, veitingarfyritøkur, flutningsvinnan og aðrar tænastur á landi kunnu økja sítt virksemi, um karmarnir eru greiðir og samstarvið væl skipað. Spurningurin er, hvussu vit tryggja, at ein størri partur av virðisskapanini verður eftir í Føroyum.

Við røttum treytum kann cruiseferðavinnan gerast ein týðandi inntøkukelda og skapa arbeiðspláss. Tað krevur tó eina meira miðvísa tilgongd og eitt positivt og realistiskt sjónarmið á vinnuna.

Tiltakið týsdagin 3. mars kl. 13 er alment og ókeypis, men krevur tilmelding. Nærri kunning um skránna og stað verður kunngjørd í næstum.

Annað á breddanum

  1. Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

    Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

    15. august. 2026 | Almenn tíðindi
    1
  2. Ferðavinnufelagið bjóðar limum sínum til økisvitjan

    Komið við á økisvitjan í Kvívíkar kommunu og bjóðið starvsfólkunum við

    11. august. 2026 | Ferðavinna
    Depositphotos 562443848 XL (1)
  3. Kunningarfundur um reglur fyri vinnutól

    Mikudagin 19. august kl. 14.30 verður kunningarfundur í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá uppskotinum til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól

    11. august. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    1Mai19 PF9A0736