Setanarprógv
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Dagførd vegleiðing um setanarviðurskifti

12. januar. 2026 | Tíðindi

Nýggja útgávan av bóklinginum “Vegleiðing um setanarviðurskifti” er nú tøk til limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum felagsins

Bóklingurin tekur samanum teir mest vanligu spurningarnar viðvíkjandi starvsfólkum og setanum, sum vit fáa frá limum. Føroya Arbeiðsgevarafelag gevur út og dagførir bóklingin annað hvørt ár og vil við bóklinginum geva limum eitt amboð, sum ger gerandisdagin lættari.

Afturat hesum amboðnum hevur heimasíða okkara www.industry.fo eina ørgrynnu av viðkomandi tilfari, sum bert er atkomuligt fyri limir. Fyri at fáa atgongd til hetta tilfar er neyðugt við brúkaranavni og loyniorði. Um tit ikki hava tað tøkt, eru tit vælkomin at senda ein teldupost til industry@industry.fo, og tað verður síðani sent tykkum.

Tað fara tó framvegis at vera støður og viðurskifti, sum ikki eru lýst í bóklinginum ella á heimasíðuni, og tá eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkara.

Bóklingurin er at finna á heimasíðu okkara. Trýst á myndina niðanfyri og rita inn fyri at fáa atgongd: 

 

 

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios