Danmark strikar MVG-frítøkuna á netpakkum

21. juni. 2021 | Tíðindi | Handilsvinna

Sum ein liður í at javnseta MVG-reglurnar fyri netpakkar í øllum ES-londunum verður MVG-frítøkan fyri sokallaðu kinapakkarnar nú eisini strikað í Danmark. Flestu londini uttan um okkum hava longu strikað kappingaravlagandi skipanina, men føroyskir politikarar latast ikki um vón hesum viðvíkjandi

Dansk Erhverv fegnast um, at MVG-frítøkan á netpakkum verður strikað 1. juli í ár, sí Endelig - nu ryger den kokurrenceforvridende momsbagatelgrænse

Í Danmark eru vørur upp til 80 kr. frítiknar fyri MVG, um tær verða keyptar frá nethandlum uttanfyri ES, men henda skipanin verður endaliga strikað, tann 1. juli í ár. Hetta er ein avleiðing av arbeiðinum at javnseta MVG-reglurnar fyri netpakkar í øllum ES-lonunum, og í tí sambandi verður kappingar­av­lagandi MVG-frítøkan fyri netpakkar strikað í einstøku ES-londunum, soleiðis at avgjaldstreytirnar fyri net­pakkar verða javnsettar við annan handil.

Dansk Erhverv hevur mett, at tað komu umleið 40.000 sokallaðir kinapakkar til Danmarkar um dagin, tá ið trýstið var størst, og hetta hevur kostað statskassanum umleið hálva milliard krónur árliga í mistum MVG-inntøkum.

Um donsku tølini verða umroknað til føroysk viðurskifti, so hevði hetta svarað til 400 netpakkar um dagin, men føroysku tølini eru nógv hægri.

Sambært hálvárligu teljingunum hjá Taks, so koma millum 850 og 1.230 netpakkar til landið um dagin umvegis Posta. Lutfalsliga koma sostatt tvær til tríggjar ferðir so nógvir kinapakkar til Føroyar um dagin, sum tað komu til Danmarkar, tá ið trýstið var størst í Danmark.

Harumframt er føroyska markið fyri MVG-frítøku á netpakkum á 300 kr. næstan fýra ferðir hægri enn markið í Danmark hevur verið.

Avleiðingarnar av føroysku skipanini, fyri føroyska vinnu og føroyska landskassan, eru tí fleiri ferðir størri og meira umfatandi, enn avleiðingarnar, danska skipanin hevur havt fyri danska vinnu og danska statskassan.

Handilsvinnufelagið hevur í fleiri umførum víst føroyskum politikarum á hesi viðurskifti, men politiska skipanin í Føroyum letst ikki um vón hesum viðvíkjandi. Tað einasta føroysk handilsvinna ynskir, eru javnbjóðis kappingarfortreytir at virka innanfyri.

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    03. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Skills Føroyar sett á stovn

    Skills Føroyar er stovnað fyri at seta sjóneykuna á yrkisførleikar, skipa fyri FM fyri lærlingar og opna dyrnar til altjóða kappingar

    03. mars. 2026
    Skills Føroyar
  3. Fultteknað til Aliráðstevnuna 2026

    Aliráðstevnan 2026, sum verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 6. mars, er nú fullteknað, og latið er aftur fyri fleiri tilmeldingum

    03. mars. 2026
    G1A4264