Danska SIFI skipanin (Systematically Important Financial Institution) verður sett í gildi tann 1.apríl 2014.

20. februar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tríggir føroyskir peningastovnar eru mettir at hava slíkan týdning í føroyska samfelagnum, at skipanin eisini skal fevna um hesar.

Felagið Peningastovnar ynskir tí at greiða frá, hvør virknaðurin verður av hesi lóggávu.

SIFI skipanin er fingin í lag við tí endamáli at styrkja samfelagsbúskapin mótvegis fíggjarligum kreppum. Skipanin forðar ikki einsamøll framtíðar kreppum, men skal avmarka teirri ringu ávirkan, ið ein tílík kreppa førir við sær.


Avísar kapitaltreytir, ið skulu lúkast innan 2019, verða settar SIFI peningastovnum, soleiðis at økt verður um mótstøðuførið í krepputíðum. Umframt hetta verður fíggjareftirlitið eisini hert í eini roynd at tryggja, at ikki ov stórir váðar verða tiknir.


SIFI skipanin er ætlað at skapa tryggari og varligari riknar peningastovnar, men merkir hinvegin ikki, at ein SIFI peningastovnur er vardur móti húsagangi, skuldi hann komið í fíggjarligar trupulleikar. Heldur skal ein tilbúgvingarætlan tryggja, at sjálvt virksemið kann halda fram. Síðani stendur tað til avvarðandi myndugleika saman við peningastovninum at finna hóskandi loysn á kreppustøðuni. Partaeigarar eru sostatt ikki tryggjaðir móti tapi, og peningastovnurin ikki tryggjaðir framhaldandi tilverurætt í sær sjálvum, skuldi hesin komið í trupulleikar. Málið er at avmarka árinið á samfelagsbúskapin og at tryggja, at samfelagið verður fyri so lítlum missi sum møguligt.


Nevndarlimir í SIFI-peningastovnum skulu hava nøktandi royndir og vitan (fit & proper), og samlaða talið av nevndar- og formanssessum hjá hvørjum limi skal verða avmarkað.


Uttan mun til um ein peningastovnur er SIFI bólkaður ella ikki, so tryggjar Indskydernes Garantifond øll innlán upp til kr. 750.000.


Teir føroysku peningastovnarnir, ið eru SIFI bólkaðir, eru BankNordik, Eik og Norðoya Sparikassi.

 

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)