Danskar fyritøkur fegnast um útsettar freistir

23. februar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnan í Danmark rósar kreditpakkanum frá stjórnini, har freistirnar fyri inngjaldið av MVG og skatti er longdar.

”Danska stjórnin hevur avgjørt at leingja kredittíðina fyri inngjaldi av MVG og skattinum.” Hesi orðini hjá Anders Fogh Rasmussen góvu fríggjadagin donskum fyritøkum eina tiltrongda likviditetsgávu, sum vinnan leingi hevur eftirlýst.
Kreditpakkin frá stjórnini er settur saman soleiðis, at fyritøkurnar hvønn mánaða kunnu útseta inngjaldið av MVG og skattinum. Skipanin er fyribils galdandi í hálvt ár, og fer væntandi at geva danskari vinnu umleið 60 mia. kr. í eyka likviditeti.
”Vit halda hetta er framúr gott”, sigur Søren Nicolaisen, sum er leiðandi búskaparfrøðingur í danska Håndværksrådet, og leggur afturat, at hetta eisini er til gagns fyri fíggjargeiran. ”Ein skal vera greiður yvir, at hetta fyrst og fremst er ein hjálp til likviditetin hjá fyritøkunum. Men hetta merkir eisini, at fyritøkurnar brúka minni av likviditetinum hjá bankunum. Tí er hetta eisini eitt tiltak, sum óbeinleiðis fer at gera tað lættari hjá bankunum at koma ígjøgnum teirra likviditetskreppu.”
Eisini Dansk Erhverv og DI rósa stjórnini fyri tann nýggja kreditpakkan.
”Síðan reglurnar fyri inngjaldið av MVG og skattinum vórðu herdar fyri nøkrum árum síðani, hava vit frá teimum smáu og miðalstóru fyritøkunum hoyrt, at tað er ein stórur trupulleiki hjá teimum, tí tær mugu avrokna MVG, áðrenn tær fáa pengarnar inn frá teirra egnu kundum. Og í eini fíggjarkrepppu verður tann støðan verri, so tað er sera positivt, at stjórnin nú ætlar at linka gjaldsfreistirnar komandi hálva árið,” sigur Tine Roed frá DI.
Lógaruppskotið, sum skal tryggja útsettu freistirnar fyri MVG- og skattainngjøldini, verður lagt fyri Fólkatingið hesa vikuna. Kreditpakkin fer væntandi at kosta danska statinum 1,4 mia. kr. í mistum rentuinntøkum.
Kelda: ErhvervsBladet.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)