Danske Bank roknar við lægri rentum

02. mars. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fyrr í februar fráboðaði Danske Bank, at teir roknaðu við, at tann evropiska rentan fer at falla munandi áðrenn summar, og at tann Evropiski Meginbankin (ECB) fer at seta leiðandi rentuna niður í helvt, frá teimum núverandi tveimum prosentunum, til eitt prosent. Frammanundan var vænta ein lækking niður til 1,5 prosent.

Orsøkin til lækkingarnar skyldast vánaligu búskaparligu útlitini. Danske Bank hevur áður boðað frá, at tey rokna við, at tann danska leiðandi rentan eisini fer at lækka. Tann danska rentan kemur tó ikki at fella eins nógv og tann evropiska, men Dansk Bank heldur, at leiðandi rentan kemur at fella til tvey prosent áðrenn summar. Tann danska leiðandi útlánsrentan er í dag trý prosent.
Kelda: DI Business

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)