Again Vinder Di Prisen 2025
Føroya Arbeiðsgevarafelag

DI-virðisløn til fyritøku sum endurnýtir CO2

06. oktober. 2025 | Tíðindi

Danska fyritøkan Again fekk DI-virðislønina 2025 fyri at gera CO₂ til virðismikið tilfeingi

Á árliga DI-toppfundinum hjá Dansk Industri týsdagin 30. september í Herning, har fleiri enn 1.500 vinnuleiðarar vóru savnaðir, varð ársins DI-virðisløn handað donsku biotøknifyritøkuni Again fyri sínar nýskapandi loysnir. 

Í grundgevingini varð dentur lagdur á, at fyritøkan hevur ment eina nýggja tøkni, sum ger CO2, ið er savnað saman, um til virðismikið kemikalium, sum millum annað verður brúkt í framleiðsluídnaðinum. 

DI-virðislønin varð handað av formanninum í Dansk Industri, Klaus Holse, sum legði dent á, at Again er eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu nýskapan kann gerast til vinnu, skapa útflutning og arbeiðspláss, samstundis sum hon er við til at loysa eina av størstu veðurlagsavbjóðingunum í heiminum.

Les meira um Again og DI-virðislønina her.

Mynd: Dansk Industri

 

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios