Dómstólsráðið søkir eftir serkønum til smá rættarmál í Føroya Rætti

21. september. 2020 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tann 1. januar 2021 verður ein nýggj rættargangslóg sett í gildi fyri Føroyar. Við hesi nýggju føroysku rættargangslóg verða ásettar nýggjar reglur um viðgerð av sakarmálum um minni krøv í borgarligum rættarmálum, sokallaða “småsagsprocessen”, samb. kapittul 49 í lógaruppskotinum. “Småsagsprocessen” er ein háttur at gera mannagongdirnar fyri dómsviðgerðina einklari.

Dómstólsráðið fær í hesum sambandi heimild at tilnevna persónar ella feløg til at koma við serfrøðinga metingum ella útsøgnum til rættarsakirnar í “småsagsprocesser” í Føroya Rætti.

Á heimasíðuni hjá Danmarks Domstol sæst, at Dómstólsráðið beint nú søkir eftir serkønum fólki at koma við íkasti til dygdina av úrskurðunum í slíkum málum, har yrkiskunnleiki er umráðandi fyri rættargongdina.

Tann serkøni er serkønur við stórari teoretiskari vitan innan tað yrkisøki, sum rættarmálið snýr seg um. Sum serkønur kanst tú m.a. verða biðin um at koma við einari serkønari váttan, sum síðan verður partur av skjalprógvum í viðkomandi sak.

Tilnevningin er galdandi í fýra ár og er sjálvboðin, skilt á tann hátt, at tú altíð kanst biðja Dómstólsráðið um at vera frítikin frá tilnevningini aftur.

Tilnevningin verður galdandi frá 1. januar 2021, tá tann nýggja føroyska rættargangslógin kemur í gildi og 4 ár fram.

Ert tú áhugað/ur, kanst tú lesa meira um tilnevning av serkønum í smáum rættarmálum á hesi leinkju: https://domstol.dk/alle-emner/anlaeg-civil-sag/smaasager/beskikket-sagkyndig-i-smaasagsproces- sen/

Tú kanst søkja um at verða serkønur á uppslagnum, sum eitur: ”Sagkyndige til småsagsprocessen ved Retten på Færøerne” undir “ledige stillinger” á domstol.dk: https://domstol.dk/om-os/job/ledige-jobs/.

Lýst verður eisini við hesum á føroysku portalunum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737