Dygdargóð arbeiðsmegi við útbúgvingarpolitikki

26. oktober. 2011 | Áskoðan

Ein av fremstu raðfestingum hjá politiska myndugleikanum eftir valið eigur at vera at varðveita eina lutfalsliga stóra og dygdargóða arbeiðsmegi. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at útbúgvingarpolitikkur skal hava høga raðfesting hjá politiska myndugleikanum. Fyri vinnuna er tað avgerandi, at skúlarnir geva børnum og ungum so mikið av førleikum, at tey kunnu lúka tey støðugt hækkandi førleikakrøvini á arbeiðsmarknaðinum.

Tað er ikki nóg mikið at hava eina lutfalsliga fjølmenta arbeiðsmegi. Okkara arbeiðsmegi má eisini vera dygdargóð, og hetta tryggja vit við einum munagóðum skúla- og útbúgvingarpolitikki. Føroyar mugu hava dygdargóðar útbúgvingar frá fólkaskúla til miðnám og hægri útbúgvingar. Vit mugu eisini seta okkum sum mál, at okkara skúlaskipanir – frá fólkaskúla til hægri útbúgvingar - virka væl, og at útbúgvingarnar eru á nóg høgum og á kappingarførum stigi.
Úrslitini frá PISA kanningum hava gjørt tað greitt, at støðið á fólkaskúlanum ikki er nøktandi. Ábøtur eru gjørdar, men neyðugt er við støðugari menning av fólkaskúlanum. Tilvildarlig spariátøk, við eitt nú at skerja undirvísingartímar, mugu ikki seta eina mennandi tilgongd av fólkaskúlanum í vanda. Hugsað má verða um hvørja krónu, tvs. effektiviseringar mugu til. Umráðandi er, at størri skúlaeindir verða skipaðar, soleiðis at vit fáa best møguligu undirvísingina fyri minst møguligan pening.
Hóast vit nýta stórar upphæddir til serundirvísing, so hoyra vit javnan um vantandi ella ov vánaliga serundirvísing. Hesi viðurskifti mugu fáast í rættlag, so øll børn og ung fáa grundleggjandi skúlaførleikar. Vit hava ikki ráð at missa partar av framtíðar arbeiðsmegini niður ímillum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at bæði lóg og bygnaðurin á fólkaskúlaøkinum eiga at verða endurskoðaði.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at vit eiga at seta okkum sum mál at hava munandi fleiri útbúgvingar enn nú í Føroyum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at politiski myndugleikin eigur at virka fyri einum politiskum málsetningi um, at øll ung fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving, umframt at so nógv sum møguligt fáa eina førleikagevandi útbúgving.
Tiltøk:
·         Effektiviseringar mugu til í skúlaverkinum. Vit mugu fáa best møguligu undirvísingina fyri minst møguligan pening.
·         Lóg og bygnaðurin á fólkaskúlanum eiga at verða endurskoðaði.
·         Skipað eftirmeting av øllum útbúgvingum skal verða sett í verk.
·         Fleiri hægri útbúgvingartilboð eiga at verða stovnaði í Føroyum.
·         Øll ung mugu fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving, umframt at flest møgulig mugu fáa eina førleikagevandi útbúgving.

Annað á breddanum

  1. Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

    Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin. Stevnan verður fríggjadagin 7. november við spennandi fyrilestrum og handanini av ársins heiðrum

    03. november. 2025
    Ferðavinnustevnan 2025 Seinasta Freist
  2. Tíðin er búgvin til at loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv

    Havbúnaðarfelagið heitir á myndugleikarnar um at vísa álit á fakligu vinnuna og loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv – undir skipaðum eftirliti og greiðum reglum

    03. november. 2025
    Hiddenfjord Polarfilms
  3. Nýggjur sáttmáli fyri miðlafólk í privata geiranum

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála við lønarhækkingum á 4,32% og 3,87%

    03. november. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    FAG Føroysk Miðlafólk 2025