EFTA enn ein fríhandilssáttmála

01. desember. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Columbia og EFTA hava undirskrivað fríhandilssáttmála.

Á ráðharrafundi hin 25. november undirskrivaðu EFTA-ráðharrarnir saman við columbiska handilsmálaráðharranum undir fríhandilssáttmála partanna millum. Ráðharrarnir heilsaðu styrkta handils- og búskaparsamstarvinum vælkomið og eru vísir í, at hesir nýggju samhandilsmøguleikar fara at vera við til at skapa búskaparligan vøkstur og menning.  
EFTA-ráðharrarnir vóru annars fegnir um, at samráðingarnar við Indiu eru byrjaðar og sóu fram til at fáa síðstu viðurskiftini í sáttmálasamráðingunum við Peru avgreidd. Eisini søgdu ráðharrarnir seg vera til reiðar at byrja samráðingar við Albania, Serbia og Ukreina. 

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)