Eiga ikki lata jaligu búskapargongdina skugga fyri neyðugari nýskipan

29. september. 2014 | Áskoðan

Pelagisku og havbúnaðarligu drívverkini draga aðrar vinnugreinar við í góðu búskaparligu gongdina. Góða búskaparliga gongdin er sostatt eyðsýnd, men samstundis er sera umráðandi, at jaliga gongdin ikki skuggar fyri teimum broytingum, sum eru neyðugar fyri at tryggja langtíðar haldbari í føroyska búskapinum.

Hvønn 3. ársfjórðing skrivar danski tjóðbankin eina stutta frágreiðing um gongdina í føroyska búskapinum. Hon greinar nýggjastu føroysku búskapartølini, eins og samrøður verða gjørdar við viðkomandi føroyskar partar, fyri at fáa eina heildarmeting av búskapargongdini. Niðurstøðan hjá danska tjóðbankanum er, eins og niðurstøðan hjá Búskaparráðnum, at tað er gleðiligt, at føroyski búskapurin hevur framgongd á mestsum øllum økjum. Víst verður tó á, at tað samstundis er týdningarmikið fyri haldbarið, at atlit verða tikin til grundleggjandi avbjóðingar, sum í løtuni standa í skugganum av jaligu gongdini, men sum í longdini koma at hava ein avgerðandi leiklut fyri búskaparvøksturin í Føroyum. Meira ítøkiligt nevnir danski tjóðbankin tær demografisku broytingarnar,  sum í framtíðini koma at seta stór krøv til almennu fíggjarstýringina, og tær skattaserskipanir, sum geva ein støðugan pengastreym til nógv føroysk húsarhald, men sum samstundis hava eina skeiklandi ávirkan á skattagrundarlagið og arbeiðsmegina í Føroyum.

Hetta eru viðurskifti, ið m.a. Búskaparráðið og Føroya Arbeiðsgevarafelag í fleiri umførum hava víst á, og tí er at vóna, at eitt politiskt fokus nú verður sett á hesi øki.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at umráðandi er at gera hesar broytingar, meðan gongdin í samfelagnum er góð, og ikki lata vaksandi inntøkur verða eina forðan fyri nýskipan. Fæst landskassahallið burtur í 2016, so hevði tað verið frálíkt, men hetta í sær sjálvum loysir ikki meira grundleggjandi vansarnar, sum í longdini kunnu fáa alvarsamar avleiðingar fyri føroyska samfelagið. Tað snýr seg í stóran mun um broytingar í skattaskipan okkara, har ein breiðkan av skattagrundarlagnum er neyðug mótvegis einum lægri skatti á lønarinntøku. Skattur á lønarinntøkuna skal niður, soleiðis at Føroyar gerast kappingarførar um arbeiðsmegina, samstundis sum skattagrundarlagið skal breiðkast, soleiðis at skattatrýstið verður býtt javnari og meira effektivt á føroysku borgararnar.   

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737