Sjónarmið

Eigur haldførið ongan góðan?

04. oktober. 2023 | Áskoðan

Haldførið er kanska tann størsta einstaka avbjóðingin, sum okkara samfelag hevur

Tað hevur ikki trotið við ávaringarrópum um vantandi haldføri seinastu tíðina

Kortini tekur politiska skipanin ikki ávaringarnar í nóg stórum álvara. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2024 verða ov fá stig tikin fyri at betra um haldførið. Júst haldførið er kanska tann størsta einstaka avbjóðingin, sum okkara samfelag hevur. Longri vit bíða, størri verður avbjóðingin. Tí mugu stig takast nú.

Pensjónsaldur og regluverk
Men landsstýrið tekur ikki neyðug stig. Tey ásanna, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin og at seta eitt fíggjarpolitiskt regluverk í verk. Men tað er ikki nóg mikið at ásanna tað. Tað er neyðugt at gera nakað við tað.

Avtakið serskipanirnar
Eitt, sum landsstýrið kundi gjørt, er at hyggja nærri at ymisku serskipanunum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað er skilagott at avtaka serskipanir fyri at bøta um haldførið, fyri at javnseta kappingina og at tryggja vælferðina í komandi árum. Tað er burturvið, at føroyski landskassin við skattaskipanini eggjar føroyingum at arbeiða uttanlands, serliga tá ið okkum tørvar nógv starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Ein nýskipan má gerast, har lønarskatturin verður lækkaður, samstundis sum skattafyrimunirnir fyri uttanlandsinntøku verða strikaðir og javnsettir við inntøku, sum stavar frá arbeiði í Føroyum. Soleiðis bøta vit um haldførið og samstundis styrkja kappingarførið hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Hall og hækkandi rakstur
Landsstýrið skal hava rós fyri at taka nøkur stig rætta vegin fyri at fáa betri javnvág millum útreiðslur og inntøkur. Tað er skilagott, at ávísar sparingar og tillagingar verða gjørdar í rakstrinum.

Men tað er ikki skilagott at hava hall við stórum vøkstri í búskapinum, við millum lítlum og ongum arbeiðsloysi og vaksandi landskassainntøkum við fleiri skattum og avgjøldum. Tað er heldur ikki skilagott, at almennu rakstrarútreiðslurnar, hóast ávísar tillagingar, vaksa 4,5 prosent komandi ár.

Fíggjarpolitiskt afturhald
Føroya Arbeiðsgevarafelag er av teirri áskoðan, at tað er neyðugt við fíggjarpolitiskum afturhaldi, einum regluverki, sum ásetur eitt mark fyri, hvussu nógv almennu útreiðslurnar kunnu vaksa. Ein møguleiki kundi verið millum tvey og trý prosent.

Føroya Arbeiðsgevarafelag ætlar at geva sítt íkast, tá ið landsstýrið tekur stig til at fyrireika eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum boðað er frá í samgonguskjalinum.

Annað á breddanum

  1. Tilmeldingin til Vinnudagin 2026 letur upp um eina viku

    Týsdagin 18. august letur tilmeldingin upp til Vinnudagin 2026, sum verður í Norðurlandahúsinum 18. september

    15. august. 2026 | Almenn tíðindi
    1
  2. Ferðavinnufelagið bjóðar limum sínum til økisvitjan

    Komið við á økisvitjan í Kvívíkar kommunu og bjóðið starvsfólkunum við

    11. august. 2026 | Ferðavinna
    Depositphotos 562443848 XL (1)
  3. Kunningarfundur um reglur fyri vinnutól

    Mikudagin 19. august kl. 14.30 verður kunningarfundur í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá uppskotinum til kunngerð um vinnubrøv til ávís vinnutól

    11. august. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    1Mai19 PF9A0736