Eitt vinnuligt valynski um dagin

17. august. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hvønn dag inntil valið fara vinnugreinafeløgini í Vinnuhúsinum at koma við uppskotið um ítøkilig mál, sum ein komandi samgonga eigur at taka upp og fáa loyst.

Í samband við løgtingsvalið, sum verður 1. september, hava vinnugreinafeløgini í Vinnuhúsinum sett nøkur ítøkilig mál á dagskrá, ið hava týdning fyri menningina av vinnugreinini. Hetta eru mál, sum vinnugreinirnar halda, at politiska skipanin eigur at taka upp.

Hvønn arbeiðsdag inntil valið verður eitt valynski lagt út á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Fyrsta ítøkiliga valynski verður lagt út í morgin 18. august.

Yvirskipað hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag tó tað sjónarmið, at tað hevur alstóran týdning, at vinnukarmarnar í Føroyum eru støðugir, og at kappingarførar treytir eru galdandi í einum og øllum, bæði á útflutningsmarknaðunum og á heimamarknaðinum.

Í ársfrágreiðing síni hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt vart við niðanfyri standandi trý økini, har tað hevur alstóran týdning at broytingar verða gjørdar til tess at betra um kappingarevnini hjá føroyskum vinnulívi.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á fólki

Ø  At skattaskipanin javnsetir føroyingar í Føroyum og føroyingar, sum starvast uttanlands, at skipanin fyri ES-borgarar verður í gildi uttan mun til arbeiðsloysi, at vit fáa eina lagaliga skipan fyri serfrøðingar úr øllum heiminum, at hugsað verður føroyskt, tá arbeiði verða boðin út

Føroyingar verða skattaðir av landinum

Ø  At Landsstýri setir í verk eina skipaða gjøgnumgongd av skattaskipanini, soleiðis at vit fáa loyst upp fyri teimum stórum avbjóðingunum, sum eru við høga inntøkuskattinum, og at tað í einum og øllum verður tryggjað, at føroyskir arbeiðsgevarar ikki standa verri í kappingini um arbeiðsmegina orsakað av skatti. Partur av hesum má eisini verða at kanna, hvussu hetta skal fíggjast

Marknaðaratgongd fyri fiskavørur

Ø  At arbeiðsorka verður sett av á Løgmansskrivstovuni og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til eitt áhaldandi arbeiði at tryggja Føroyum marknaðaratgongd til teir mest áhugaverdu marknaðirnar, og at hetta arbeiði verður skipað, soleiðis at vitan og førleiki verður uppbygdur í ráðum og stovnum. T.d. kann ein útflutningsdeild verða skipað á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum áhaldandi arbeiðir við heilsufrøðiligum avtalum og marknaðaratgongd

Ø  At stovnar og ráð samstarva, tá samráðst verður um marknaðaratgongd. Tað nyttar ikki at hava ein fríhandilssáttmála, um vøran ikki sleppur inn í landið vegna vantandi heilsufrøðiligar avtalur. Harafturat verður mælt til, at myndugleikarnir í samstarvi við Føroya Arbeiðsgevarafelag raðfesta teir marknaðir, sum serliga skal arbeiðast við, og fyrst og fremst rætta arbeiðið móti hesum marknaðunum.

Les meira í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025