Emilie

Emilie Lundblad á Vinnudegnum 20. september

02. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á Vinnudegnum fer Emilie Lundblad at greiða frá, hvussu AI skapar virði fyri leiðslu og fyritøku.

Virðisøking og AI

Emilie Lundblad er økisstjóri og AI MVP hjá Microsoft og stjóri í AI & Automation hjá Hempel A/S.

Sum stjóri fyri AI & Automation hjá Hempel A/S brúkar Emilia sínar 15 ára royndir innan tøkni, dátur og AI, til at fremja nýskapan og effektivisering. Hon miðar eftir at brúka AI, og tøkni innan talgilding, til at betra um rakstrarvirkni, styrkja burðardygdina og betra kundanøgdsemi.

Emilia hevur fingið heiðursløn og viðurkenning sum Microsoft MVP í Data Platforms og hon hevur luttikið í Microsoft Regional Director-skránni síðani 2023. Hon er harumframt tilnevnd Hyperights Nordic Top 100 innan dátur og AI.

Emilie brennir fyri tí generativa møguleikanum hjá dátum og AI til at skapa ein burðardyggari og effektivari heim. Hon strembar eftir at fremja broytingar og kannar nýggjar leiðir innan AI og automatistisering.

Sí skránna her

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)