Enn einaferð lekur millum teori og praksis

12. oktober. 2009 | Áskoðan

Viðmerking til ætlaðu hækkingina av avgjaldinum til Vága Floghavn.

Samstundis, sum landsstýrisfólk tosa um at selja Føroyar sum íløgu- og ferðavinnuland, verður avgjaldið til Vága Floghavn helst hækkað.
Tosað verður um, at Føroyar skulu marknaðarførast sum íløguland og sum ferðavinnuland. Men tað er ikki bara orsakað av hesum vinnumøguleikum, at til- og frákomuviðurskifti skulu vera so góð sum gjørligt. Fyri meginpartin av føroysku útflutningsvinnuni og fyri tann partin av føroysku vinnuni, sum annars virkar altjóða, er tað av alstórum týdningi at hesi viðurskifti eru góð.
Tá gjøldini fyri ferðandi til og frá einasta flogvøllinum í Føroyum verða hækkaði, so sampakkar tað ikki við viljan at skapa fortreytir fyri ódýrari flutningi út í heim og at menna ferðavinnuna í Føroyum.
Beinleiðis avleiðingin av hækkingunum verður, at tað gerst dýrari at ferðast til og frá Føroyum, og tað rakar bæði íbúgvar og vinnufyritøkur, umframt at kappingarførið hjá Føroyum sum ferðamannaland versnar. Tað minkar sjálvsagt eisini um inntøkuna hjá allari føroysku ferðavinnuni.
Vága Floghavn skal sjálvsagt rekast á forsvarligan hátt, men er politiski viljin til staðar, so ber til at kompensera fyri hægru avgjøldini til flogvøllin við at minka tilsvarandi um ferðafólkaavgjaldið, sum er ein skattur, ið verður lagdur á øll ferðandi úr Føroyum.
Gott hevði verið at sæð eitt ávíst samband millum teori og praksis. Skal man gera sær nakra vón um at varðveita fyritøkur við altjóða virksemi í Føroyum og menna Føroyar sum ferðavinnu- og íløguland, so er tað ikki ein gongd leið at dýrka ferðaútreiðslurnar.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768
  2. Kappingarneytar fáa betri atgongd til Vietnam

    Norsk og íslendsk fiskivinna fáa betri treytir á vietnamesiska marknaðinum. Tað undirstrikar týdningin av góðari marknaðaratgongd

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    EFTA Hari4680
  3. Seinasti dagur við serligum limaprísi til Vinnudagin

    Vinnudagurin verður 18. september. Í dag er seinasti dagur við 30 prosent limaavsláttri, og í morgin verður tilmeldingin opin fyri øllum

    24. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768