Burðardygd

Enn eitt umfar av arbeiðsfundum um burðardygd

09. oktober. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stóri eftirspurningurin hevur gjørt, at enn eitt umfar av arbeiðsfundum fer í gongd eftir heysfrítíðina. Pláss er fyri seks fyritøkum. Tey luttakandi fáa førleikar og amboð til at gera egnar frágreiðingar um burðardygd.

At máta burðardygd er nýtt fyri tey flestu. Hóast nógv tilfar er framleitt um evnið, so er tað ein eftirspurningur hjá føroyskum fyritøkum at hittast og umrøða møguleikar og avbjóðingar. Á arbeiðsfundunum verða upplegg um ymisk viðkomandi evni, t.d. hvussu tú byggir eina frágreiðing upp, setur mál, roknar CO2-útlát og velur lyklatøl. Luttakarar fáa høvi at arbeiða við egnum frágreiðingum og fáa hjálp við teimum evnum, ið tykjast torfør. Eftir seks arbeiðsfundir (og nakað av heimaarbeiði) hava tey luttakandi eina nærum lidna frágreiðing, ið kann tillagast til 2023, tá árið er lokið.

Tað verða seks arbeiðsfundir í røðini og tann fyrsti verður týsdagin 17. oktober á Hotel Føroyum:

  • 17. oktober kl 9-12
  • 31, oktober kl 9-12
  • 14. november kl 9-12
  • 28. november kl 9-12
  • 5. desember kl 9-12
  • 14. desember kl 9-12 (hósdag)

Allir limir í Føroya arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum kunnu luttaka. Kostnaðurin fyri luttøku á seks arbeiðsfundum er 6.000 kr/fyritøku. Fyritøkurnar avgera sjálvar, hvørji starvsfólk eru best egnað til at luttaka. Ikki er neyðugt at hesi hava nakrar førleikar innan burðardygd, fyri at luttaka.

Melda til luttøku við at senda ein teldupost til: industry@industry.fo

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737