Er laksafóður burðardygt?

14. mars. 2011 | Tíðindi | Havbúnaður

Henda spurning vilja granskarar, vinna og umhvørvisfólk í Norra hava svaraðan, og tí verður í næstum farið undir serliga granskingarverkætlan.

Tað er norski granskingargrunnurin fyri fiski- og alivinnu, sum setur gongd á granskingarverkætlan, ið snýr seg um at samanbera burðardygdina í fóðri til alilaks við fóður til framleiðslu av húsdjórum sum høsnarungar og grísar. Endamálið er at fáa gjørt ressursubúskettir fyri matvøruframleiðslur, soleiðis at samanberingar kunnu gerast, men eisini fyri at kanna, hvussu úrslitagóðar framleiðslurnar eru til at útnytta fóðurressursurnar.

Vøksturin í alilaksi hevur viðført, at umhvørvisávirkanin av hesum virksemi er komið meiri í brennidepilin. Og tað er serliga nýtslan av fiskamjøli og fiskaolju frá villfiski í laksafóðrinum, sum kjakast hevur verið um. Brúkarar seta eisini alsamt fleiri krøv til matvøruna. Krøv um, at vøran er burðardygg, og at matvørutrygdin er í lagi. Vinnan hevur tí eisini áhuga í at fáa skjalprógvað, at hesi viðurskiftini eru í lagi. Eisini í Føroyum fer vinnan tí at fylgja kanningini.
Fiskur sum heild gerst ein altsamt meiri týðandi matvøra til heimsins íbúgvar, og alifiskur útgerð útvið helvtina af fiskamatvøruni. Mett verður, at íkastið frá fiski er 17 kg/persón, meðan íkastið frá kjøtið er 42 kg/persón. Fyri 2010 verður mett, at av nevndu 17 kg frá fiski, so vóru 9 kg vilt veiddur fiskur, meðan 8 kg vóru aldur fiskur.
Ein av størstu avbjóðingunum komandi 30-40 árini er at megna at framleiða nóg mikið av mati til at metta heimsins íbúgvar, ið metast at fara at verða í minsta lagi 9 mia. Tað er tí eisini umráðandi, at tilfeingið vit hava, verður gagnnýtt so munagott sum tilber, og tað kann ein tílík kanning verða við til at tryggja.
Keldur:
Kyst.no
Intrafish.no

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)