ES herðir krøvini til veiðuváttanir

27. september. 2010 | Tíðindi | Fiskivinna

ES hevur gjørt av at seta strangari krøv til veiðuváttanir frá triðjalondum. Umframt upplýsingar um vektina av vøruni, verða framyvir eisini kravdar upplýsingar um landaða nøgd. Um so er, at eitt partí er sett saman av fiski frá fleiri landingum, skulu upplýsingar latast um, hvussu nógv av landaða fiskinum er brúkt til framleiðslu av júst hesum partínum.

Norsku fiskivinnumyndugleikarnir hava kunnað vinnuna um, at strangari krøv verða sett til veiðuváttanina framyvir.
Frá 1. januar í ár hevur ES kravt, at triðjalond, sum útflyta fiskavørur til ES, lata eina veiðuváttan fylgja við vøruni. Hetta er ein váttan, sum skal tryggja, at fiskavøran er fiskað lógliga.
Krøvini til tílíkar veiðuváttanir verða framyvir strangari. Nýggju krøvini frá ES eru, at upplýsast skal, hvussu rávøran frá hvørjari landing verður brúkt. Enn hava norðmenn tó ikki góðtikið nýggju krøvini.
Longu 15. august í ár hevur ES givið øllum limalondum boð um broyttu ásetingarnar. Fyribils eru fáar afturmeldingar um, hvussu gongur at hava eftirlit við nýggju reglunum, men norðmenn boða frá, at onkrir trupulleikar hava verið við at fáa norskar vørur inn í ES, men at hetta hevur lagað seg, orsaka av, at norskir eftirlitsmyndugleikar hava kunnað ES um norsku veiðuváttanina.
Í sambandi við hetta mál hava samráðingar verið millum norskar og ES myndugleikar, har norðmenn krevja undantak frá hesum nýggju reglunum.
(Kelda: www.kyst.no).

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)