ES ynskir kvinnuliga umboðan í nevndum

27. september. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í sambandi við eina nýggja javnstøðustrategi, hevur ES-ráðharrin í lógarmálum, Viviane Reding, víst á møguleikan fyri kynskvotering í nevndum.

Um fyritøkurnar ikki sjálvar megna at fáa fleiri kvinnur í nevndirnar, so má ES gera tað fyri tær. Hetta eru greiðu boðini frá Viviane Reding, í sambandi við framløguna av einari fimmára ætlan, ið skal tryggja javnstøðu millum menn og kvinnur.

”Fyritøkurnar áttur sjálvar at klára tað, og tað eru fleiri, sum flyta seg rætta vegin. Men um tað ikki eydnast sjálvboðið, mugu vit taka neyðug stig, ið tryggja størri kvinnuliga umboðan í nevndum og leiðslum,” sigur Viviane Reding.
Hetta er fyrstu ferð, at ráðharraráðið í ES hevur víst á møguleikan fyri at lóggeva um kynsbýtið. Ráðharrin ger tó vart við, at henda loysnin bert verður brúkt, um fyritøkur ikki sjálvar megna at tillaga kynsbýtið.
Tøl hjá ráðharraráðnum vísa, at bert ein av 10 nevndarlimum í ES er ein kvinna, og at bert 3 av 100 nevndarformonnum eru kvinnur.
Kelda: epn.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)