Handilsvinnufelag Nevnd 2025
Handilsvinnufelagið

Eyðvør heldur fram sum forkvinna

28. apríl. 2025 | Tíðindi | Handilsvinna

Nevndin í Handilsvinnufelagnum er óbroytt, og Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna

Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna í Handilsvinnufelagnum. Tað er staðfest, eftir at limirnir í felagnum savnaðust til árliga aðalfundin í Vinnuhúsinum hósdagin 24. apríl. Eyðvør varð fyrstu ferð vald í nevndina í 2018.

Á aðalfundinum varð eisini staðfest, at Hilmar Sam Lamhauge og Claus V. Christensen halda fram sum nevndarlimir. Teir stóðu fyri vali, og báðir tóku við afturvali. Hallur Djurhuus er valdur sum tiltakslimur.

Tað merkir sostatt, at nevndin í Handilsvinnufelagnum heldur fram við somu manning. Nevndin er til reiðar at taka næstu stigini í arbeiðinum at menna og styrkja handilsvinnuna í Føroyum.

Tey, sum manna nevndina, eru:

  • Eyðvør Berg, Berglon (forkvinna)
  • Claus V. Christensen, Solar (nevndarlimur)
  • Gunnar Mohr, PM (nevndarlimur)
  • Hilmar Sam Lamhauge, Effo (nevndarlimur)
  • Sóleyð P. Hansen, MBM (nevndarlimur)
  •  Hallur Djurhuus, Á (tiltakslimur)

Les meira um Handilsvinnufelagið her.

Mynd
Uttast frá vinstru: Eyðvør Berg, Claus V. Christensen, Hilmar Sam Lamhauge, Gunnar Mohr og Sóleyð P. Hansen.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)