Eykaaðalfundur í Havbúnaðarfelagnum

21. mai. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 18. mai hevði Havbúnaðarfelagið eykaaðalfund. Á skránni vóru broytingar í lóg felagsins umframt val av nevnd.

Hans Jákup Mikkelsen, sum herfyri varð settur sum nýggjur stóri í Marine Harvest í Føroyum, hevur nú fingið fast sæti í nevndini fyri Ragnar Joensen, sum hevur tikið seg úr nevndini.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, stóð fyri vali, og hann varð afturvaldur í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við trimum limum uttan formann. Nevndarlimirnir eru Regin Jacobsen, Atli Gregersen og Hans Jákup Mikkelsen. Varalimur er Odd Eliasen.
Broytingarnar í lógini fyri Havbúnaðarfelagið høvdu til endamáls at javnseta limirnar í felagnum, soleiðis at eitt stórt felag ikki hevur allan avgerðarrættin, men at smá feløg hava eins stóra ávirkan og stór feløg í nevndararbeiðnum. Harumframt vóru broytingar gjørdar í samband við, hvør kann vera A-limur. Frameftir kunnu bert framleiðarar, ið framleiða alifisk til matna, vera A-limir, meðan feløg, ið hava eitt ávíst tilknýti til alivinnuna, hereftir eru B-limir.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737