KV ‘24 (Facebook Post)

FAG: Hesi fimm økini eiga at fylla nógv í kommunuvalstríðnum

07. oktober. 2024 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eru serliga fimm øki, sum eiga at fáa rúmd í kommunuvalstríðnum.

Lokalu umstøðurnar at reka vinnu hava stóran týdning fyri allar fyritøkur, sum virka kring landið.

Eitt kommunuval stendur fyri durum, og tí vil Føroya Arbeiðsgevarafelag, ið er røddin hjá privatu vinnuni, varpa ljós á nøkur grundleggjandi øki, sum eru týdningarmikil at taka upp í kommunuvalstríðnum.

Fimm mál

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eru serliga fimm øki, sum eiga at fáa rúmd í kommunuvalstríðnum.

  • Lægri kommunuskattur
    Um tú vilt gera tað lokkandi hjá fólki at búgva og virka í Føroyum og at velja júst tína kommunu, er eitt avgerandi stig at lækka kommunuskattin.  Fleiri kommunur eiga tí at taka stig til at lætta um kommunuskattin.

  • Færri og størri eindir
    Í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Tað er neyðugt at savnað kommunur, fólkaskúlar og almennar stovnar í størri eindir, soleiðis vit fáa gagnnýtt starvsfólkini rætt. Ikki minst í eini tíð, har stórur tørvur er á starvsfólkum, bæði hjá tí almenna og tí privata.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eitt nú gjørt vart við, at tað er neyðugt at skipa burturkastsøkið í eina effektiva skipan og ikki sum í dag í tveimum skipanum. https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/vit-eiga-at-savna-saman-irf-og-kb-i-eina-felags-skipan

  • Fleiri útstykkingar
    Ein fortreyt fyri, at vinnulívið kann vaksa um virksemið, er atgongdin til hóskandi vinnulig grundstykkir. Tí er umráðandi, at føroysku kommunurnar hava vinnustykkir klár til vinnuna, bæði til leigu og til ognar.

Harumframt er tað eisini sera týdningarmikið, at kommunur stykkja nóg mikið út til bústaðarendamál. Atgongdin til bústaðir er ein fortreyt, um vinnan og tað almenna skal fáa nóg mikið av skikkaðum starvsfólkum.

  • Minni kommunalt vinnuvirksemi
    Tað er eingin orsøk, at kommunur átaka sær uppgávur, sum privata vinnan bæði kann og eigur at røkja. Latið tí privata fyritøkur gera tað, sum tær duga best, eitt nú sláa gras, rudda kava, reka kantinur ella knúsa grót.

  • Góða barnaansing og eldrarøkt
    Røddir um eitt nýtt Exit Føroyar ræða.  Skulu Føroyar vera lokkandi fyri ung fólk at seta búgv, er týdningarmikið, at barnaansingin hevur eina nøktandi góðsku. Starvsfólk, sum fara í barsil, mugu kenna seg trygg við, at har er eitt hóskandi barnaansingartilboð, tá ið tey eru liðug við barsilstíðarskeiðið. Somuleiðis mugu tey kunna fara til arbeiðis hvønn dag, og vita, at barnaansingarskipanirnar, sum skulu taka ímóti teirra børnum, eru støðugar og hava høga góðsku.

Sama er galdandi fyri eldrarøktina.

Geva okkara íkast

Kommunuvalið verður tann 12. november.

Annað á breddanum

  1. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  2. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816
  3. Fjølbroytt og viðkomandi skrá á Aliráðstevnuni

    Aliráðstevnan savnar føroyskar og altjóða serfrøðingar at umrøða marknað, heilsu og góðsku við denti á kappingarføri og burðardygga menning

    23. februar. 2026 | Havbúnaður
    G1A4349