Faknet - netverk fyri fakfólk

22. september. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hóast faklig netverk í alt størri mun gerast ein týðandi partur av nútíðar leiðslu, so hava vit í Føroyum inntil nú ikki haft so skipaði netverk, sum annars eru vælkend uttanlands.

Stórur tørvur á netverkum – vísir kanning hjá Vinnuhúsinum
Í 2006 gjørdi Vinnuhúsið eina kanning har hugt varð eftir, hvussu arbeiðsháttur, førleiki og tørvur hjá nevndum og leiðslum í føroyskum fyritøkum við fleiri enn 30 starvsfólkum var. Har kom m.a. fram, at tørvur var á leiðsluskeiðum og netverkum í Føroyum. Millum annað hetta gav Synergi íblástur til at menna tænastuna Faknet, sum nú er klár at seta í verk.
 
Endamálið við Synergi er at geva tí føroyska samfelagnum meirvitan og íblástur til at menna seg soleiðis, at vit fáa eitt betri samfelag, betri fyritøkur og glaðari og enn meiri eldhugaði starvsfólk. Faknet er ein nýggjur, spennandi og náttúrligur liður í at náa hesum máli.
 
Nýggj kanning hjá Dansk Industri
Í nýggjari kanning, sum Dansk Industri hevur latið gjørt í juli 2008, við luttøku av 330 leiðarum, verður staðfest, at 78% halda, at teirra luttøka í professionellum netverkum sæst aftur á botnlinjuni har tey arbeiða. Hetta tí, at tey fáa innlit í trends á marknaðinum, nýggja vitan og persónliga menning og harvið ástøði til at taka betri avgerðir og gerast betri leiðarar.
 
Synergi í samstarvi við Vinnuhúsið um trý spennandi faknet
Av tí, at kanningin hjá Vinnuhúsinum vísir, at tað eisini í Føroyum er tørvur á netverkum har fakfólk kunnu fáa input, íblástur og sparring frá fakfólki úr øðrum vinnugreinum og tvørtur um markið millum alment og privat, er Synergi farin í samstarv við Vinnuhúsið um trý tey fyrstu netverkini.
 
Tey fyrstu faknetini eru innan fakøkini
  • KT
  • Økonomi
  • Leiðarar v/starvsfólkaábyrgd
 
Ofta sita hesi fólk einsamøll við teirra starvsøki. Dagligu uppgávurnar krevja sítt og torført kann stundum vera at fylgja við tí nýggjasta, ið rørir seg á økinum. Sum limur í Faknet, fært tú eitt einastandandi høvi at hitta fakfólk úr øllum Føroyum, líka frá lítlum privatum fyritøkum, til stórar fyritøkur og til almennir stovnar. Í Faknet er møguleiki at hittast um dagsins avbjóðingar, nýggj rák og vitanardeiling. Harafturat er høvi at hitta og knýta bond við javnsett og fáa høvi til sparring uppá egnar avbjóðingar. Eitt fakligt frístað.
 
Vit meta, at hesi faknet hava stóran týdning, ikki bert fyri tann einstaka ið luttekur, men eisini fyri fyritøkuna ella stovnin, ið hann/hon kemur frá. Jú størri netverk eitt starvsfólk hevur, tess størri møguleikar eru til staðar.
 
Við hesum vilja Synergi og Vinnuhúsið geva fyritøkum og stovnum eina lopfjøl til enn betri leiðslu, enn betri fyritøkur og enn meiri eldhugaði starvsfólk.
 
Meira kunning fæst á www.faknet.fo.
 

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4