FaroExpo verður aftur í næstu viku

13. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í ár verður FaroExpo fyriskipað fyri fjórðu ferð. Byrjað verður mánadagin 20. oktober og hildið verður áfram til hósdagin 23. oktober.

FaroExpo vendir sær til ídnaðar- og tænastufyritøkur innan fiski-, ali- og oljuvinnuna og almennar stovnar, ið eru viðkomandi fyri hesar. 55 fyritøkur eru tilmeldaðar - 20 útlendskar og 35 føroyskar.

Skipað verður fyri sonevndum partenariati í ítróttarhøllini í Runavík. Sum partur av FaroExpo verða eisini fyrilestrar í Kelduni í Skálafirði. Evnið á ráðstevnuni er “Vinnandi málstýring flytir mørk”.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)