Heilsufrøðilig Góðkenning Brasil
Føroya Ráfiskakeyparafelag

Fegnast um heilsufrøðiliga góðkenning úr Brasil

17. juni. 2025 | Tíðindi

Føroya Ráfiskakeyparafelag fegnast um, at Føroyar hava fingið heilsufrøðiliga landagóðkenning í Brasil.

Í farnu viku vitjaði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, brasilsku sendistovuna í Danmark. Har fekk hon handað skriv frá brasilskum vararáðharra við heilsufrøðiligari landagóðkenning. 

Góðkenningin hevur við sær, at tað í komandi tíðum fer at bera til at útflyta fiskavørur til Brasil. Áðrenn føroyskar fyritøkur kunnu útflyta fiskavørur til Brasil, skulu ymisk praktisk viðurskifti tó fáast upp á pláss.

Jógvan Hansen er formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, og hann sigur, at felagið hevur arbeitt saman við føroysku myndugleikunum í 10-15 ár fyri at fáa eina landagóðkenning.

"Ein landagóðkenning er fyrsta fortreyt fyri, at vit yvirhøvur kunnu útflyta føroyskar fiskavørur til Brasil. Tí eru vit sera væl nøgd við, at hetta týdningarmikla stigið loksins er komið upp á pláss", sigur hann.

Stórur áhugi fyri saltfiski
Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava víst áhuga fyri at útflyta saltaðar fiskavørur til Brasil, og áhugi hevur eisini verið hjá brasilskum innflytarum. Møguleiki verður tó eisini at útflyta aðrar fiskavørur.

"Brasil er eitt av fáu londunum í heiminum, sum etur stórar nøgdir av saltaðum fiskavørum. Við góðum 200 mió. íbúgvum er tað sum útgangsstøði ein áhugaverdur marknaður", sigur Jógvan Hansen.

Hann leggur afturat, at Brasil er ein góður møguleiki, sum legst afturat verandi marknaðum í Suðurevropa, men at tað í síðsta enda tó er ein spurningur um prís.

Landagóðkenningin kemur eftir, at brasilskir heilsufrøðiligu myndugleikin (MAPA) vóru á vitjan í Føroyum í fjør, har tey lótu væl at viðurskiftunum. Enn er ikki greitt, hvussu langa tíð tað tekur at fáa praktisku viðurskiftini upp á pláss, men sum skilst kann tað sannlíkt vera klárt tíðliga í heyst.

Á myndini eru Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Jógvan Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og Gunvør Balle, fakligur leiðari í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

 

 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737