Ferðavinnan 2016 - HVAT, HVØR OG NÆR?

14. mars. 2016 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Seinnapartin 18. mars skipar Ferðavinnufelagið fyri tiltakinum: Ferðavinnan 2016 - HVØR, HVAT OG NÆR? kl. 13 – 16.30 í Klingruni í Norðurlandahúsinum Um kvøldið verður veitsla á Hotel Føroyum fyri allari ferðavinnuni frá kl. 19.00

Fyrilestrar og upplegg í Klingruni í Norðurlandahúsinum

Tann 18. mars kunnu øll, sum hava áhuga í ferðavinnuni, kunna seg um, hvat ger seg galdandi í føroysku ferðavinnuni komandi árið. Tiltakið vendir sær serliga til teirra, ið eru virkin í ferðavinnuni, men øll, ið hava hug at lýða á, eru vælkomin. Tiltakið er skipað við uppleggum og básum, men tíð er eisini sett av til prát og netverkan.

Byrjað verður við stuttum framløgum kl 13.00 Tær verða 10 min. hvør.

Visit Tórshavn
Páls Høll
Saltsiloin á Drelnesi
Krígssavnið
Visit Kallsoy
Blásastova

Langur steðgur verður kl 14.30 – 15.30, tá høvi verður at vitja básarnar hjá økjunum (Kunningarstovunum), práta og netverka.

Kl. 15.30 – 16.30 verður fyrilestur við íslendsku Björg Árnadóttir, stjóra á Midgard Adventure. Umframt at koma inn á stóra vøksturin, sum hevur verið í íslendsku ferðavinnuni seinastu árini, fer Björg Árnadóttir at greiða frá gongdini í Midgard Adventure.

Hon fer millum annað at tosa um avbjóðingar, svøvnleysar nætur, um stevnumið, framgongd og ikki minst, hvørjar orsøkir, hon heldur eru grundin undir, at Midgard Adventures hevur hepnast væl sum fyritøka.

Skrá kann takast niður her

Veitsla á Hotel Føroyum
Ferðavinnufelagið endar tiltakið við eini veitslu á Hotel Føroyum, har kostnaðurin er kr. 350,- fyri hvønn. Veitslan er kl. 19.00

Á veitsluni seta vit fokus á ferðavinnuna og kjósa:
1. Ungt stjørnuskot í ferðavinnuni (undir 30 ár)
2. Ársins leiðara í ferðavinnuni
3. Átøk fyri burðardygd í ferðavinnuni
4. Nýskapan í ferðavinnuni
5. Ársins “its all about the people” prís – ein eldsál í ferðavinnuni
6. Besta sølufólk í ferðavinnuni

Dómsnevndin, sum er mannað av Súsonnu Sørensen, Theresu Turidardóttir Kreutzmann og Thoru Augustinussen, hevur sínar tilnevningar.

Til og við 15. mars hava øll í ferðavinnuni møguleika at gera sínar tilnevningar á leinkinum niðanfyri.
https://da.surveymonkey.com/r/GM6ZKNY

Tilmelding til veitsluna fer fram á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, sí leinki niðanfyri.
http://industry.fo/Default.aspx?ID=5397

Seinasta freist at melda til veitsluna er 16. mars. 2016

Annað á breddanum

  1. Gleðilig jól og gott nýggjár

    Vinnuhúsið ynskir øllum limum og samstarvsfeløgum gleðilig jól og eitt gott nýggjár

    15. desember. 2025 | Almenn tíðindi
    Gleðilig Jól Vinnuhúsið 2025
  2. Snarskeið um burðardygd og frágreiðing

    Kom á kunnandi snarskeið hjá Vinnuhúsinum og fá innlit í, hvussu ein frágreiðing um burðardygd kann gerast greið, skipað og gagnlig

    15. desember. 2025
    IMG 5800
  3. NámX-næmingar fingu diplom í ferðavinnu

    NámX-næmingar fingu fríggjadagin diplom eftir níggju vikur við frálæru í ferðavinnu

    08. desember. 2025 | Ferðavinna
    IMG 5856