12
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

11. november. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

Ferðavinnufólk úr ymsum pørtum av vinnuni vóru savnað til árligu Ferðavinnustevnuna, sum Ferðavinnufelagið skipaði fyri. Stevnan hevði hesaferð mentanarmunir og mentanarfatan sum høvuðsevni.

Á skránni vóru fleiri áhugaverdar framløgur, sum úr ymiskum sjónarhornum lýstu, hvussu mentanarmunir ávirka okkara samskifti, samstarv og upplivingar.

Fía Lindenskov, Jóna Thomsen, Poul Andrias Ziska, Sylvia Garduno Magnussen, Annika S. Biskopstø og Jógvan Jón Henriksen góvu hvør sítt íkast til evnið og settu sjóneykuna á bæði møguleikar og avbjóðingar, sum kunnu standast, tá ið fólk við ymiskari mentanarligari bakgrund møtast.

Umframt framløgurnar var eisini gott høvi hjá luttakarunum at hittast, skifta orð og knýta nýggj sambond tvørtur um ferðavinnuna.

Ársins heiðursbrøv handað
Um kvøldið varð hátíðarhald, har ársins heiðursbrøv í ferðavinnuni vórðu handað.

Gunnar Skúvadal varð kosin Ársins ferðavinnufólk 2026 fyri sítt ótroyttiliga arbeiði og stóra íkast til føroyska ferðavinnu. Í grundgevingini varð dentur lagdur á, at hann í nógv ár hevur verið ein av berandi kreftunum í vinnuni og hevur skapt serstakar upplivingar við at sameina søgu, mentan, matupplivingar og náttúru.

KG fekk heiðurin sum Ársins átak 2026. Við stórari íløgu og nýhugsan hevur KG skapt eitt serstakt ferðavinnutilboð, har framkomnir hentleikar, vælvera og stórsligin náttúra ganga hond í hond. Dómsnevndin legði dent á, at verkætlanin er eitt nýbrot og eitt týðandi íkast til menningina av føroyskari ferðavinnu.

Ein góður dagur fyri ferðavinnuna
Ferðavinnustevnan er eitt afturvendandi høvi hjá fólki í vinnuni at savnast, fáa nýggjan íblástur og styrkja samstarvið.

Við góðari undirtøku, viðkomandi framløgum og hugnaligari samveru gjørdist Ferðavinnustevnan 2026 ein góður dagur, har bæði fakligur íblástur og felagsskapurin í ferðavinnuni vóru í miðdeplinum.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  3. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    11. november. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða