20260929 103057000 Ios
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

29. september. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

Dagurin byrjaði í Frøishøllini í Kvívík, har greitt varð frá ymiskum átøkum, gongutúrum og framtíðarætlanum fyri ferðavinnuna í økinum.

Síðani varð farið gongutúr í bygdini við Petru Iversen og Knúti Simonsen sum ferðaleiðarum. Á leiðini varð millum annað vitjað á Eystarahellu, við Mylnuna, kirkjuna og fornminnini, har Djóni Isaksen greiddi frá søguni og vísti víkingalutir.

Vitjað varð eisini hjá fleiri lokalum virkjum og íverksetarum. Millum annað gekk leiðin fram við Lív Dam Atelier, Kvívíkknitt og Svanhild, áðrenn farið varð til Leynar og Skælings. Har varð vitjað hjá Trælist og hjá Ednu Einarsson, sum vísti fram steinasavn við steinum úr millum annað føroysku undirsjóvartunlunum.

Seinasta vitjanin var í goymsluni hjá Fair Isle Distillery, har Bogi Mouritsen greiddi frá søguni og virkseminum.

Dagurin endaði aftur í Frøishøllini við smyrjibreyði.

Økisvitjanir kring landið
Ferðavinnufelagið skipaði fyrstu økisvitjanina í 2018, tá ið farið varð til Sandoyar. Síðani hevur felagið vitjað í Vágum, Norðoyggjum og Havn.

Endamálið við økisvitjanunum er at varpa ljós á ferðavinnutilboð kring landið og geva ymisku økjunum høvi at vísa fram møguleikar og tilboð fyri limunum í Ferðavinnufelagnum.

Her eru myndir frá vitjanini í Kvívikar sókn:

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios