Ferðavinnan vitjaði í Norðoyggjum fríggjadagin

21. februar. 2022 | Tíðindi | Ferðavinna

Fríggjadagin 18. februar var Ferðavinnufelagið á økisvitjan í Norðoyggjum og kunnaði seg um ferðavinnutilboðini og møguleikarnar í Norðoyggjum.

Farið var við HK Bussum úr Vinnuhúsinum kl. 10.00. Komin til Klaksvíkar í fagrasta veðri var fyrst vitjað á Biskupsstøðgarðinum, har Archibald Black og Heri Ellingsgaard vóru vertir og greiddu frá ætlanum vegna Áhugafelag Nólsoyar Pálls. Eisini høvdu Heidi Neshamar Olsen og Jógvan Kristin Olsen, sum reka ‘Garðurin Á Stórheygnum’ í Svínoy eina framløgu um teirra virksemi og møguleikar í Svínoy. Harumframt hevði Jóhannus Kallsgarð eina framløgu. Hann umboðaði Kalsoynna og egið virksemi sum ferðaleiðari og og bóndi á Trøllanesi og Gomlu Smiðju á Trøllanesi. Kafe Fríða hevði syrgt fyri vælsmakkandi matpakkum og omaná.

Síðani var farið á Biskupstorg, har Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu og limur í stýrinum fyri nýggja Mentanarhúsið Varpið, greiddi frá. Somuleiðis var rundvísing í Mentanarhúsinum. Sonja N. Thomsen, byggi og býarplansamskipari hjá Klaksvíkar Kommunu greiddi frá ætlanunum fyri nýggja miðbýin, økið rundanum Biskupstorg og Mentanarhúsið. Mimmy Vágsheyg, eigari av Kafe Fríðu greiddi frá virkseminum í Biskupstorgi, hennara egna virksemi á Kafé Fríðu og ætlanum viðvíkjandi ferðavinnu.Eisini hevði Samson Højgaard á Boat.fo orðið eina løtu, har hann greiddi frá sínum virksemi í Norðoyggjum. Hesin parturin av skránni endaði við eini vitjan á Føroya Bjór, áðrenn farið var norðeftir við bussi. Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari var vertur. Hon hevði framløgu um søguna hjá Føroya Bjór og vísti fram virki, vørur og handil og greiddi somuleiðis frá teimum ætlanunum, sum Føroya Bjór hevur á ferðavinnuøkinum.

Síðani var farið norðeftir við Hans Hjalta Skaale sum ferðaleiðara. Vitjað var í hugnaliga Cafe Old School í Hvannasundi, har Myrna Jacobsen og Signa Andreassen vóru vertir. Myrna greiddi frá um teirra virksemi og ætlanir. Síðani fór ferðalagið norður til Viðareiðis, har rundvísing og góður døgurði við felagssangi var á Hotel Norð.

Økisvitjanin var løgd til rættis í tøttum samstarvi við Visit Norðoy. Fyrstu ferð Ferðavinnufelagið skipaði fyri eini økisvitjan var í 2018. Tá var vitjað á Sandoynni, og í 2019 var vitjað vesturi í Vágunum. Ferðavinnufelagið er farið undir hetta átak fyri at kasta ljós á ferðavinnutilboðini kring landið og at skapa karmar fyri, at økini fáa marknaðarført síni øki fyri limum í felagnum, og limafyritøkurnar somuleiðis fáa meira vitan um økið, sum kann verða við til, at tær fara at brúka økið meira í framtíðini.

Ferðavinnufelagið vónar, at felagið á henda hátt kann verða við til at økja um kunnleikan um ferðavinnutilboðini kring landið.

Myndir frá økisvitjanini í Norðoyggjum:

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025