Ferðavinnudagur 31. okt

08. september. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í samband við fyrireiking av stovnsetan av einum vinnufelagið fyri ferðavinnuna 31. oktober í ár, verður fyriskipaður ein ferðavinnudagur á Hotel Føroyum frá kl 12.00. Dagurin er ætlaður øllum fyritøkum og øðrum, sum eru virkin innan føroysku ferðavinnuna.

Nú er komið væl áleiðis við fyrireikingunum av ferðavinnudegnum 31. oktober. Dagurin byrjar á middegi við ábiti og síðani verða ymiskir fyrilestrar á skránni. Fyrst av øllum fer Bjørt Samuelsen landsstýriskvinna at bjóða vælkomin. Eftir hetta fer Súsanna Sørensen frá Samvit at greiða frá marknaðarføring av Føroyum og Oda Andreassen fer at vísa á, hvussu samstarv kann menna tilboð til ferðafólkini.
Út á seinnapartin fer Magni Arge at halda fyrilestur um, hvat ferðavinnan kann brúka eitt ferðavinnufelag til, og eftir tað fer Erna Hauksdóttir frá íslendska ferðavinnufelagnum at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at menna karmarnar fyri ferðavinnu í Íslandi, og hvussu íslendska ferðavinnan fær nyttu av felagnum.
Tá fyrilestrarnar eru lidnar verður stovnandi aðalfundur av føroyska Ferðavinnufelagnum.
Eftir stovnsetanina verður stuttur steðgur og síðani verður farið oman á Hotel Hafnia har døgurði verður.
Kostnaðurin fyri luttøkuna á tiltakinum verður 600 kr fyri tann partin, sum fer fram á Hotel Føroyum og 400 kr fyri døgurðan.
Tilmelding til tiltakið verður umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Nú ber til at tekna seg til Ferðavinnustevnuna 2026

    Ferðavinnustevnan 2026 verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia fríggjadagin 6. november

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5423
  2. Stórur áhugi fyri burðardyggari bygging

    Stórur áhugi er í føroysku byggivinnuni fyri at byggja meira burðardygt og taka størri atlit at umhvørvinum, tá ið byggitilfar verður valt

    12. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261008 131509001 Ios
  3. Leivur Samuelsen nýggjur í nevndini í Ferðavinnufelagnum

    Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin

    12. oktober. 2026 | Ferðavinna
    20261008 142532265 Ios