Ferðavinnudagur á Hotel Klaksvík 10. sept.

30. august. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin 10. september frá kl. 13.00 til 17.00 skipar Ferðavinnufelagið fyri ferðavinnudegi á Hotel Klaksvík. Á skránni er m.a. upplegg frá Uttanríkisráðnum um framtíðarætlanir á ferðavinnuøkinum.

Dagurin er ætlaður øllum teimum, sum á ein hvønn hátt starvast innan ferðavinnuna, ella veita tænastur til hesa í vinnuligum samanhangi. Ein nýtist ikki at verða limur í Ferðavinnufelagnum fyri at taka lut á degnum, men tað fer at bera til at tekna seg sum lim á staðnum.
Ferðavinnufelagið hevur áður skipað fyri líknandi tiltøkum í Havn, men hesuferð verður tað í Klaksvík. Døgurði og skráseting verða kl. 12.00 og kl. 13.00 byrjar sjálvt tiltakið. Úr skránni kann nevnast at nýsetti samskiparin hjá Ferðavinnufelagnum Dagmar Joensen, kemur at greiða frá arbeiðinum hon er farin ígongd við, og umboð frá cruise vinnuni kemur at greiða frá gongdini í summar. Harumframt kemur Uttanríkismálaráðharrin at greiða frá framtíðarætlanum á ferðavinnuøkinum. Seinni verður eisini lagt upp til kjak.
Skráin leggur upp til, at tað eru møguleikar til nógv prát millum innsløgini, soleiðis at tey sum virka í ferðavinnuni, kunna koma hvørjum øðrum við, deila hugskot og kanska menna nýggj tilboð og annað.
Í hesum døgum fer innbjóðing út, til tey sum eru limir í Ferðavinnufelagnum, men eisini onnur, sum ikki eru limir, hava møguleika at verða við. Tilmelding fer fram við at venda sær til Vinnuhúsið telefon: 309900 ella t-post: industry@industry.fo merkt: Ferðavinnudagurin.
Kostnaðurin fyri tiltakið er 150 krónur fyri hvønn luttakara ella 300 krónur við døgurða, og freistin at boða frá luttøku er mánadagin 6. september.
Ferðavinnufelagið vónar, at allir partar, sum starvast við ferðavinnu í Føroyum, seta sær tíð av til dagin.
FAKTA
Ferðavinnufelagið varð stovnað fyri knøppum 3 árum síðani við tí endamáli at savna allar ferðavinnufyritøkur og at arbeiða við at fremja felags áhugamál. Felagið hevur lagt stóran dent á at menna samstarv millum ymiskar vinnugreinar og tænastuveitarar og at virka fyri at vinnan fær betri kor at virka undir.

Annað á breddanum

  1. Viðmerking til løgmansrøðuna

    Vinnuhúsið metir um fyrstu løgmansrøðuna hjá Beini Johannesen. Vit taka fram trý jalig átøk, trý neilig og trý, sum vanta

    26. august. 2026 | Almenn tíðindi
    Beinir
  2. Vinnuhúsið er við í Ítrótta- og rørsluvikuni – eru tit?

    Vinnuhúsið verður við í Ítrótta- og rørsluvikuni 14.–18. september og heitir á onnur arbeiðspláss um at vera við

    26. august. 2026 | Almenn tíðindi
    Ítrótta Og Røsluvika
  3. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768