Ferðavinnudagur fyri øll áhugaði

20. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

31. oktober verður ferðavinnudagur. Ferðavinnudagurin er ætlaður øllum sum fáast við ferðavinnu ella veita tænastur til ferðavinnuna. Endamálið við degnum er at savna ferðavinnuna og kann um undirtøka er fyri at stovnseta eitt vinnufelag fyri føroysku ferðavinnuna.

Byrjað verður við ábiti kl 12.00 á Hotel Føroyum og síðani verða ymiskir fyrilestrar á skránni. Fyrst av øllum verður bjóða vælkomin. Eftir hetta fer Súsanna Sørensen frá Samvit at greiða frá marknaðarføring av Føroyum og Oda Andreassen fer at vísa á, hvussu samstarv kann menna tilboð til ferðafólkini.
Út á seinnapartin fer Magni Arge at halda fyrilestur um, hvat ferðavinnan kann brúka eitt ferðavinnufelag til, og eftir tað fer Erna Hauksdóttir frá íslendska ferðavinnufelagnum at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at menna karmarnar fyri ferðavinnu í Íslandi, og hvussu íslendska ferðavinnan fær nyttu av felagnum.
Tá fyrilestrarnar eru lidnar verður stovnandi aðalfundur av føroyska Ferðavinnufelagnum.
Eftir stovnsetanina verður stuttur steðgur og síðani verður farið oman á Hotel Hafnia har døgurði verður.
Kostnaðurin fyri luttøkuna á tiltakinum verður 600 kr fyri tann partin, sum fer fram á Hotel Føroyum og 400 kr fyri døgurðan.
Tilmelding til tiltakið er umvegis heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)