Depositphotos 562443848 XL (1)
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnufelagið bjóðar limum sínum til økisvitjan

11. august. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Komið við á økisvitjan í Kvívíkar kommunu og bjóðið starvsfólkunum við

Mánadagin 28. september bjóða vit tykkum og tykkara starvsfólkum við á økisvitjan í Kvívík, á Stykkinum og í Leynum.

Endamálið við vitjanini er at geva okkum í ferðavinnuni betri kunnleika til tey tilboð og tær upplivingar, sum eru í økinum. Tá ið vit sjálv hava vitjað støðini og hitt veitararnar, eru vit eisini betur før fyri at greiða ferðafólkum frá teimum og viðmæla teimum eina vitjan.

Vit vilja tí serliga eggja tykkum til at bjóða starvsfólkunum við – ikki minst teimum, sum dagliga møta ferðafólkum og vegleiða tey um, hvat tey kunnu síggja og uppliva í Føroyum. Hetta kunnu eitt nú vera starvsfólk í móttøkum, kunningarstovum, ferðaskrivstovum, gistingarhúsum og matstovum.

Á økisvitjanini fáa vit høvi at hitta lokalar veitarar, hoyra um virksemið hjá teimum og sjálvi uppliva nakað av tí, sum Kvívíkar kommuna hevur at bjóða.

Skrá

  • Kl. 13.00 – Vit møtast í Vinnuhúsinum, haðani vit koyra við bussi til Kvívíkar
  • Frøishøllin í Kvívík – Vit byrja við kaffi og køku og stuttum framløgum frá lokalum veitarum
  • Vitjanir í Kvívík – Síðani fara vit til gongu gjøgnum bygdina og vitja Kvívikknit, Svanhild by FO, IPG-savnið og útgrevsturin í Kvívík
  • Stykkið og Leynar – Farið verður síðani víðari við bussi til Stykkið og Leynar, har vit vitja Havdypp og Trælist
  • Aftur í Frøishøllini – Dagurin endar í Frøishøllini við smyrjibreyði og hugnaligari samveru, áðrenn bussurin koyrir aftur til Vinnuhúsið

Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltakinum og geva so nógvum av tykkara starvsfólkum sum gjørligt høvi at koma við.

Tiltakið er fyri limir í Ferðavinnufelagnum og starvsfólk teirra.

Nær: Mánadagin 28. september kl. 13:00 – 17:30
Tilmeldingarfreist: Hósdagin 24. september

Melda til her:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjniðanfyrialinum *

 Skjal um viðgerð av persónsupplýsingum

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)