Ferðavinnufelagið Fuglar
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnufelagið boðar til ársaðalfund

13. oktober. 2025 | Tíðindi

Ferðavinnufelagið heldur ársaðalfund týsdagin 21. oktober kl. 14 í Vinnuhúsinum

Týsdagin 21. oktober kl. 14 fáa limir í Ferðavinnufelagnum høvi at fáa innlit í arbeiðið farna árið, velja nevnd og ávirka kósina framyvir, tá ið felagið skipar fyri ársaðalfundi í Vinnuhúsinum. Aðalfundurin verður hildin sambært lógum felagsins, og skráin er hendan:

1.      Val av fundarstjóra

2.      Framløga av limalista

3.      Frásøgn nevndarinnar frá farna ári

4.      Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári

5.      Val av nevndarlimum og eykalimum

6.      Val av grannskoðara

7.      Áseting av limagjaldi fyri komandi árið

8.      Ymiskt

Stutt um Ferðavinnufelagið
Endamálið hjá Ferðavinnufelagnum er at savna føroyskar ferðavinnufyritøkur um felags áhugamál og skapa góðar karmar fyri, at ferðavinnan verður ein týðandi táttur í føroyska búskapinum. 

Felagið fevnir breitt um alla ferðavinnuna, røkir áhugamál limanna og er felags málgagn mótvegis myndugleikunum. Tað skipar regluliga fyri skeiðum og tiltøkum, sum stimbra førleikar og samstarv í vinnuni.

Málini hjá felagnum eru at:

  • Tryggja, at lógir og regluverk samsvara við áhugamálini hjá ferðavinnuni
  • Umboða vinnuna mótvegis myndugleikum og stovnum
  • Skipa fyri tiltøkum og skeiðum, sum hækka yrkiskunnleikan og førleikarnar í vinnuni
  • Stimbra samstarv, vitanarútbýting og íblástur í vinnuni

 

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3