Ferðavinnufelagið Logo
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnufelagið boðar til ársaðalfund

22. september. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Ferðavinnufelagið heldur ársaðalfund hósdagin 8. oktober kl. 14 í Vinnuhúsinum

Hósdagin 8. oktober kl. 14 fáa limirnir í Ferðavinnufelagnum høvi at fáa innlit í arbeiðið farna árið, velja nevnd og ávirka kósina frameftir, tá ið felagið heldur ársaðalfund í Vinnuhúsinum.

Aðalfundurin verður hildin sambært lógum felagsins, og skráin er henda:

  1. Val av fundarstjóra
  2. Framløga av limalista
  3. Frásøgn nevndarinnar frá farna ári
  4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna ári
  5. Val av nevndarlimum og eykalimum
  6. Val av grannskoðara
  7. Áseting av limagjaldi fyri komandi ár
  8. Ymiskt

Stutt um Ferðavinnufelagið

Endamálið hjá Ferðavinnufelagnum er at savna føroyskar ferðavinnufyritøkur um felags áhugamál og skapa góðar karmar fyri, at ferðavinnan kann vera ein týðandi táttur í føroyska búskapinum.

Felagið fevnir breitt um ferðavinnuna, røkir áhugamál limanna og er felags rødd hjá vinnuni mótvegis myndugleikunum. Felagið skipar regluliga fyri skeiðum og tiltøkum, sum menna førleikarnar og samstarvið í vinnuni.

Málini hjá felagnum eru at:

  • tryggja, at lógir og regluverk samsvara við áhugamálini hjá ferðavinnuni
  • umboða vinnuna mótvegis myndugleikum og stovnum
  • skipa fyri tiltøkum og skeiðum, sum menna yrkiskunnleikan og førleikarnar í vinnuni
  • stimbra samstarv, vitanarútbýting og íblástur í vinnuni

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)