Ferðavinnufelagið: Smidligari skipan fyri ferðafólkaflutning

28. august. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ferðafólkaflutningur er límið í føroyskari ferðavinnu. Ein bindiliður sum vit ikki fáa verið fyri uttan, um vit ynskja eina vaksandi ferðavinnu.

Her er eitt valynski frá Ferðavinnufelagnum, fleiri valynski kunnu lesast her

Sagt verður frá vøkstri í vinnuni. Talið á gistingum er vaksandi, og umsetningurin er á eini góðari leið. Gistingarhús byggja út, og onnur lata upp. Sambært tølum hjá Hagstovu Føroya vaks gistingarorkan hjá gistingarhúsunum í 2014 við 14% í seingjartali og 11% í kamarstali.

Tørvur á avloysarum
Ferðavinnan er merkt av árstíðarsveiggjum og hevur tí tørv á avloysarum, tá ið á stendur. Serliga um summarið. Í meginpartinum av vinnuni skapar hetta skiftið í starvsfólkahópinum dynamikk á arbeiðsplássinum og elvir ikki til stórvegis ampa.

Soleiðis er tó ikki við ferðaflutningsfyritøkunum. Tær hava torført við at fáa skikkaðar bussførarar. Orsøkin er ikki, at tað ikki er nóg dragandi at gerast avloysari í hesi vinnu. Orsøkin er, at krøvini eru ov stirvin og kostnaðarmikil.

Yrkisleiðin at gerast vinnuligur bussførari

Stórur munur er á viðurskiftunum, áðrenn Koyrikortkunngerðin varð sett í gildi í 2006 og eftir hetta. Áður var smidligari. Ferðaflutningsfyritøkur kundu tá læra bussførarar upp frá 18 ára aldri, tí stóra koyrikortið tá gav heimild til at koyra buss uttan ferðafólk. Á henda hátt kundu 18 ára gomul vaska bussar og sostatt flyta teir nakrar metrar her og har. Hetta ber ikki til longur. Heldur ikki fylgir hýruvognskoyrikortið við vinnuliga bussførarakortinum longur. Skalt tú hava vinnuligt busskoyrikort í dag, skalt tú umframt vanligt koyrikort hava stóra koyrikortið og busskoyrikort fyri at taka vinnuligt bussførarakort. Harafturat skal tú javnan hava koyrt stóran bil yvir 5 tons í eitt ár innan fyri eitt trý ára skeið.

Ferðavinnufelagið heldur, at yrkisleiðin at gerast vinnuligur bussførari er ov kostnaðarmikil, trupul og long og fer tí at heita á myndugleikarnar, sum varða av Koyrikortkunngerðini, um:

- ikki at petta koyrikortini ov nógv sundur, tí at hetta hevur avleiðingar fyri virksemið í vinnuni og ger tað torført at fáa avloysarar í vinnuna,
- minka um gjøldini, sum støðugt verða løgd á vinnuna, sum avleiðing av broytingum í skipanini.

Felagið vónar, at avvarðandi myndugleikar síggja, at tørvur er á broytingum í Koyrikortkunngerðini, sum taka atlit til vinnuna, og at hesin tørvur verður tikin í álvara.

Ferðavinnufelagið

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737