Ferðavinnufelagið stovnað

03. november. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fríggjadagin vóru eini 80 fólk savnað á Hotel Føroyum til stovnandi aðalfund av nýggjum ferðavinnufelag.

Endamálið við nýggja felagnum er m.a. at betra vinnumøguleikarnar í ferðavinnuni, at arbeiða fyri útbúgving og menning av starvsfólkum í vinnuni og at tryggja ferðavinnuni eina felags rødd.
Talan er um eitt vinnufelag, sum er ætlað fyritøkum, ið reka ferðavinnu á vinnuligum grundarlagi. Á stovnandi aðalfundinum meldaðu gott 30 fyritøkur seg í felagið, men væntandi verður limatalið nakað hægri enn hetta.
Nýggju fólk vórðu uppstillað til fyrsta nevndarvalið og aftaná eina spennandi atkvøðugreiðslu vórðu hesi vald: Jákup Sverri Kass (Smyril Line), Henny á Líknagøtu (Atlantic Airways), Ása Johnsdóttir (Hotel Hafnia), Fríðun Hansen (GreenGate Incoming) og Magni Blástein (Fiskiferðir). Eykalimur gjørdist Finn Johannsen (Vilt). Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Dagurin byrjaði við døgurða og síðani vóru nakrar framløgur áðrenn sjálvt felagið varð stovnað. Oda Andreassen, deildarleiðari hjá Føroya Tele, tosaði um vørumenning við íblástri frá øðrum norðanlondum. Áðrenn Oda fór í starv á Føroya Tele hevur hon arbeitt nógv í ferðavinnuni og hevur drúgvar royndir úr m.a. Føroyum, Danmark og Svøríki. Súsanna Sørensen, deildarleiðari á SamVit hevði eina framløgu við heitinum “Soleiðis branda vit Føroyar”, ið m.a. kunnaði um virksemið hjá SamVit. Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, hugleiddi síðani um hvat ferðavinnan kann brúka eitt ferðavinnufelag til, og at enda greiddi Erna Hauksdóttir frá hvussu íslendska ferðavinnan arbeiðir. Erna Hauksdóttir er stjóri í Samtøk Ferðatjónustunnar (SAF), ið er tað íslendska ferðavinnufelagið.

Annað á breddanum

  1. Smyril Line er Ársins Virki 2026

    Fyritøkan verður heiðrað fyri góð úrslit, stórar íløgur og miðvísa endurnýgging

    18. september. 2026 | Almenn tíðindi
    M6w7qdpm Untitled Panorama 2
  2. Ress Spa er Vinnuátakið 2026

    Átakið verður heiðrað fyri at hava skapt eina serstaka uppliving við føroysku náttúruni sum einum týðandi parti av hugskotinum

    18. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Qdhlqlk Vinnudagurin 2026 CO Web 003
  3. Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í dag á midnátt

    Enn eru nøkur pláss í Norðurlandahúsinum og til veitsluna aftaná

    15. september. 2026
    VD26 Industry Tidindi 1230X768