Innbjóðing Ferðavinnustevnuna 2025

Ferðavinnustevnan 2025

05. desember. 2024 | Tiltak | Ferðavinna

Fríggjadagin 7. november verður Ferðavinnustevna á Hotel Hilton. Ráðstevnan verður frá kl. 15.30 – 18.00, og veitslan frá kl. 18.00.

Stevnan er skipað við ráðstevnu seinnapart og síðani veitsluhaldi um kvøldið, tá eisini ársins heiðursbrøv verða handað. Lagt verður upp til ein kveikjandi, áhugaverdan og stuttligan dag, har vit seta føroysku ferðavinnuna í fokus og hátíðarhalda ferðavinnuárið 2025.

Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni. Endamálið er at savna ferðavinnuna til hátíðarhald, íblástur og óformliga samveru. 

Hvat er á skránni?


Julie Lindegaard
I filmens fodspor – erfaringer og faldgruber i arbejdet med filmturisme

Julie hevur í fleiri ár arbeitt við ferðavinnu. Hon hevur bæði undirvíst ferðavinnuaktørum í strategiskari sjónligheit og harumframt hildið fyrilestrar serliga ætlað teimum sum eru virkandi innan ferðavinnu.

Eisini hevur Julie nógvar royndir innan filmferðavinnu, og hevur sjálv staðið sum verkætlanarleiðari í verkætlanini hon kallar: satsningen Juleøen Fyn - en fynsk turismesatsning. 


Sóley Heradóttir Hammer
Samstarv og nýskapan: tiltøk sum menna ferðavinnuna

Sóley er leiðari í Hugskotinum og ein av hennara mongu uppgávum er millum annað at fyriskipa tiltøk. Millum tiltøkini hon stendur aftanfyri kunnu nevnast Nýskapan í Ferðavinnuni og Tonik

Sóley fer á Ferðavinnustevnuni at greiða frá, hvussu Hugskotið arbeiðir við at menna ferðavinnuna – bæði við íverksetarainnsatsum so sum vinnudíkjarnum ‘Nýskapan í ferðavinnuni’ og við altjóða tiltakinum TONIK. Og hvussu samstarv er eitt lykilorð í hesum sambandinum.


Eydna Skaale
Retorikkur sum eitt amboð

Eydna er lærdur retorikari og hevur fingið heiðurin sum Award winning speechwriter. Sum retorikkari er Eydna serfrøðingur í málrættaðum samskifti. Hvussu eydnast tað at samskifta sín boðskap til ein ávísan bólk? Kann retorikkur ávirka eina uppliving hjá gestum?

Eydna fer at greiða frá hvønn týdning retorikkur kann hava og hvussu tað ber til at røkka einum góðum sambandi millum veitara og gestir í ferðavinnuhøpi. 

Annað á breddanum

  1. Viðmerking til løgmansrøðuna

    Vinnuhúsið metir um fyrstu løgmansrøðuna hjá Beini Johannesen. Vit taka fram trý jalig átøk, trý neilig og trý, sum vanta

    26. august. 2026 | Almenn tíðindi
    Beinir
  2. Vinnuhúsið er við í Ítrótta- og rørsluvikuni – eru tit?

    Vinnuhúsið verður við í Ítrótta- og rørsluvikuni 14.–18. september og heitir á onnur arbeiðspláss um at vera við

    26. august. 2026 | Almenn tíðindi
    Ítrótta Og Røsluvika
  3. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin 2026

    18. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Vinnudagin við fyrilestrum, samrøðum og netverkan

    25. august. 2026 | Almenn tíðindi
    VD26 Industry Tidindi 1230X768