Kemur tú við til Ferðavinnustevnuna?
Fríggjadagin 6. november verður Ferðavinnustevna á Panorama, Hafnia.
Ráðstevnan verður frá kl. 15.30 – 18.00, og veitslan frá kl. 18.00.
Stevnan er skipað við ráðstevnu seinnapart og síðani veitsluhaldi um kvøldið, tá eisini ársins heiðursbrøv verða handað. Lagt verður upp til ein kveikjandi, áhugaverdan og stuttligan dag, har vit seta føroysku ferðavinnuna í fokus og hátíðarhalda ferðavinnuárið 2026.
Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri Ferðavinnustevnuni. Endamálið er at savna ferðavinnuna til hátíðarhald, íblástur og óformliga samveru.
Í ár fara vit millum annað at hoyra um hvussu mentanarmunir kunnu ávirka samskifti. Nærri kunning um skránni seinni.
Luttøkukostnaður:
Limir í Ferðavinnufelagnum:
Kr. 595,- fyri hvønn luttakara um dagin
Kr. 995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Luttakarar, sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum:
Kr. 995,- fyri hvønn luttakara um dagin
Kr. 1.995,- fyri luttøku um dagin og kvøldið
Tilmeldingin verður endaliga váttað, tá luttøkugjaldið er goldið.
Vinarliga fyllið út allar teigar í tilmeldingarskjalinum niðanfyri.
Legg til merkis, at bara eitt navn skal til hvørja tilmelding.