5
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnustevnan av á hesum sinni

13. november. 2023 | Tíðindi | Ferðavinna

Fríggjadagin vóru nógv fólk í ferðavinnuni stødd á Hotel Hafnia. Á skránni vóru fyrilestrar og heiðursbrævahandan.

Dagurin byrjaði við fakligum fyrilestrum um rák og produktir í ferðavinnuni og endaði við veitsluborðhaldi, tá eisini heiðursbrøv í ferðavinnuni vórðu latin.

Framløgurnar vóru:


EFTIRSPURNINGURIN EFTIR UPPLIVINGUM
Rannvá Poulsen, verkætlanarleiðari hjá 62ºN

BURÐARDYGT FERÐAMÁL
- Rák í 2023, og hvat kunnu vit gera fyri at røkka málunum í GDS-skásetingini? 
Tordis K. á Rógvi Biskopstø, stjóri í Visit Tórshavn.
Annleyg Lamhauge, marknaðarleiðari fyri Vinnuferðavinnu í Visit Faroe Islands

LOFTA VIT RÁKUNUM?          
Sissal Kristiansen, stovnari og eigari av Shisa Brand.

NAVIA, GARÐURIN OG FERÐAVINNAN EIN HEILD
Óli Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og eigari av Navia

Í veitsluni um kvøldið vórðu ársins heiðursbrøv handað:


Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Tað var Karin Visth á Gist & Vist sum fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:

“Hon brennir fyri sínum øki. Hon dugir at síggja tørvin, og við dugnasemi mennir hon eina serstaka matvinnu í Føroyum. Hon heldur fram at finna uppá og setur Føroyar á heimskortið. Sum ein sannur liðleiðari, við kundanum í miðdeplinum, leiður hon sínum vitjandi gjøgnum eina dámliga uppliving. Við føroysku mentanini sum kjarnu, dugir hon á nýbrótandi hátt at samantvinna mentanir í tænastuni, sum dregur forvitnisligar føroyingar og ferðafólk at dámligu upplivingini.”


Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Samson Højgaard við boat.fo var við hesum orðum valdur Ársins eldsál:

“Ein sannur mentanarberi. Eldhugaður og við ágrýtni strembar hann eftir at varðveita og greiða frá føroysku mentanini. Hann leggur alt í at endurskapa eftir gomlum siði. Á ektaðan hátt, avhendar hann ferðafólki eina uppliving av staðbundna siðaarvinum framvið sjóvarmálanum. Við siðbundna træbáti sínum bjóðar hann á ein blídligan og ektaðan hátt við á fiskitúr. Við dugnasemi mennir hann havferðafinnuna, og tætt at sjófuglalívi og sjólívi gongur hann við burðardygd hond í hond.”

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

Við Peter Pan til Neverland” við Seatravel, Regini W. Dalsgaard, fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

“Við dirvi og nýhugsandi hugburði, hava tey megnað at menna eitt tilboð, sum samansetur læring, menning og spæl. Ein ævintýrakend uppliving, sum bjóðar bæði børnum og vaksnum inn. Tey hava megnað at knýta ævintýrið til eina ógloymandi uppliving, sum sameinar ævintýr við vitan um sluppir og føroysku náttúruna. Ein livandi leikpallur, í einum kendum ævintýri, sum børn og vaksin kunnu uppliva í egnum landi.”


Í dómsnevndini sótu Árni Olsen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.


Annað á breddanum

  1. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  2. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816
  3. Fjølbroytt og viðkomandi skrá á Aliráðstevnuni

    Aliráðstevnan savnar føroyskar og altjóða serfrøðingar at umrøða marknað, heilsu og góðsku við denti á kappingarføri og burðardygga menning

    23. februar. 2026 | Havbúnaður
    G1A4349