Ferðavinnumynd (1)
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnustevnan av á hesum sinni

11. november. 2024 | Tíðindi | Ferðavinna

Fríggjadagin vóru nógv fólk í ferðavinnuni stødd á Hotel Føroyum. Á skránni vóru fyrilestrar og heiðursbrævahandan

Evnini á Ferðavinnustevnuni vóru fjølbroytt. Framløgurnar vóru:

SKAPA TALGILDAR UPPLIVINGAR
Tóra Jóhannusardóttir, Lunna

VÍSINDALIGAR RÁÐSTEVNUR Í FØROYUM
Magni Mohr, Fróðskaparsetur Føroya

FRÁ PANDEMI TI GAZELLE – ein vínferð         
Rutt Hjelm, Sydhavnens Vinbar

FÆRØSK TURISMES FREMTID
Anders Lund Madsen

Í veitsluni um kvøldið vórðu ársins heiðursbrøv handað:


Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.

Tað var Svein í Heiðunum frá Smyril Line, sum fór avstað við hesum heiðrinum við grundgevingini:

“Hann er altíð til reiðar. Við jaligari tilgongd miðar hann eftir at finna loysnir. Sum ein høgguslokkur megnar hann at loysa fleiri uppgávur í einum og er allastaðni á ferð. Hann er altíð klárur at taka hond um uppgávur. Tá avbjóðingar standa fyri framman, sær hann møguleikar heldur enn forðingar. Við  heilt serligum evnum megnar hann at fáa tingini at ganga smidliga, uttan mun til hvørjar avbjóðingar eru. Hann tryggjar, at  ferðafólk fáa bestu tænastuna og at alt er  er væl skipað. Hann er kendur fyri síni evni innan sølu- og tænastu, og megnar sum fáur at skipa og stýra verkætlanum við nærlagni.”


Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.

Mimmy Vágsheyg var við hesum orðum vald Ársins eldsál:

“Hon er sera dugnalig og ein sonn eldsál. Hon hevur sterka rødd og brennir fyri sínum yrki. Við ágrýtni og áhaldni strembar hon eftir at menna matstovuvinnuna. Hon er tænastusinnað, er við til at lyfta mat-upplivingina í sínum øki, og hon borgar fyri góðari góðsku. Í hugnaliga umhvørvinum í Klaksvík stendur hon fyri veruligum vertskapi og veitir gestum sínum eina mat-uppliving og storytelling í einum. Hon er arbeiðssom og skipar fyri tiltøkum, einum fyri og øðrum eftir, og strembar eftir tí lýtaleysa avrikinum.”

 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

”Kafein á Mølini við Biritu Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen fekk hetta heiðursbrævið, og grundgevingin ljóðaði soleiðis:

“Tey eru áhaldandi, og eru við til at menna útboðið og hækka støðið í ferðavinnuni. Tey vóru eitt nýbrot frá fyrsta degi, og hava eina uppliving, sum nú lættliga  kann røkkast av ferðafólki á umtókta ferðamálinum. Nýbrotið kann nú veruliga verða mett eftir sínum virði. Tey hava ment eitt tilboð, sum lívgar um heimstaðið og sum hevur gjørt ferðamálið meira livandi og atkomuligt. Tey eru vertir og móttøkutólið í oynni. Tey hava havt dirvi og viljan til áhaldandi at menna tilboðið. Tey hava vent eina staðbundna avbjóðing til eina staðbundna loysn, og úrslitið er eitt stað við fleiri møguleikum og betri atkomu. Sum vertir vóru tey klár tá tunnilin sá dagsins ljós, bæði ferðafólki og føroyingum til gagns.”


Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Tordis K. á Rógvi Biskopstø fyri kunningarstovurnar.

Myndir:

Annað á breddanum

  1. Semja um sáttmálarnar fyri Føroya Tele og Posta

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Føroya Tele og Posta.

    06. Desember. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Føroya Tele Og Posta Semja Undirskrivað
  2. Semja um sáttmálan fyri Vága Floghavn

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið undirskrivaðu tann 4. desember 2024, undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri Vága Floghavn.

    06. Desember. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vága Floghavn Semja Undirskrivað
  3. 30 fyritøkur samstarva um burðardygd í Varandi Vinnu

    Longu nú eru 30 fyritøkur við í netverkinum Varandi Vinna hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi, og pláss er fyri fleiri.

    02. Desember. 2024 | Burðardygd
    Varandi Vinna (1)