Sylvia Garduno 3
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

27. oktober. 2026 | Tíðindi | Ferðavinna

Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

Sylvia Garduno flutti til Føroya í 2009 og hevur síðani fingið gott innlit í føroyska samfelagið og mentanina – sæð við eygunum hjá einum, sum er komin uttanífrá.

Hvat er tað við okkara mentan, sum vit føroyingar kanska ikki sjálvir leggja merki til? Og hvussu uppliva onnur mátan, vit samskifta og eru saman uppá?

Sylvia hevur av egnum áhuga sett fleiri verkætlanir í verk, sum skulu hjálpa fólki, ið flyta til Føroya, at skilja føroyska málið og mentanina betur.

Á Ferðavinnustevnuni 6. november fer hon at deila sínar royndir.

Melda til Ferðavinnustevnuna her

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737
  3. Ungdómur fekk innlit í handverksyrki

    Næmingar í 8. flokki fingu innlit í ymisk handverksyrki og teir mongu møguleikarnar, sum ein yrkisútbúgving kann geva

    26. oktober. 2026 | Handverk og ídnaður
    20261026 160929414 Ios