Innbjoding Ferdavinnustevnuna 2025 1
Ferðavinnufelagið

Ferðavinnustevnan verður fríggjadagin 7. november

27. oktober. 2025 | Tíðindi | Ferðavinna

Skráin er klár. Melda teg til í seinasta lagi mikudagin 5. november

Hotel Hilton verður karmur um ársins Ferðavinnustevnu, sum verður hildin fríggjadagin 7. november 2025. Ráðstevnan byrjar kl. 15.30 og heldur á til kl. 18.10, og beint aftaná verður veitsla við døgurða og handan av heiðursbrøvum – ársins ferðavinnufólk og ársins átak.

Ferðavinnustevnan er árliga ráðstevnan fyri øll, sum virka í ferðavinnuni. Her fáa luttakarar íblástur, nýggja vitan og høvi at hittast tvørtur um vinnugreinar. Tak tíni starvsfólk við til ein dag við íblástri og samveru.

Her er skráin:

Luttøkukostnaður
Limir í Ferðavinnufelagnum:

  • 595 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni
  • 995 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni og veitsluni 

Tey, sum ikki eru limir:

  • 995 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni
  • 1.995 kr. fyri luttøku á ráðstevnuni og veitsluni

Tilmelding
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 5. november 2025. Ferðavinnustevnan er fyri øll, sum virka í ferðavinnuni.

Melda til her:

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3