17395
Bilasølufelagið

Fíggjarmálaráðið ger aftur skeivar metingar

17. november. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fíggjarmálaráðið hevur nú tvær ferðir á rað mett skeivt um avleiðingarnar av broyttum bilagjøldum – og nú er stórur vandi fyri, at tað sama hendir aftur

Í 2023 metti Fíggjarmálaráðið, at landskassin fór at fáa 32 mió. krónur fleiri inntøkur av broyttu skrásetingargjøldunum á hybridbilum. Úrslitið gjørdist hinvegin eitt hall upp á 28 mió. krónur.

Tað vil siga, at landskassin í veruleikanum fekk 60 mió. krónur færri inntøkur, enn Fíggjarmálaráðið metti.

Í 2024 metti ráðið, at hækkað skrásetingargjald á elbilum fór at geva landskassanum 25 mió. krónur fleiri inntøkur. Úrslitið gjørdist aftur eitt hall - hesaferð 13 mió. krónur.

Tað vil siga, at landskassin fekk 38 mió. krónur færri inntøkur enn metingin.

Nú verður aftur lagt upp fyri at hækka avgjøldini á bilum - hesaferð við at broyta MVG-reglurnar fyri sølu av brúktum leigubilum. Metingin frá Fíggjarmálaráðnum sigur, at hetta skal geva 15 mió. krónur fleiri inntøkur.

Her er aftur ein skeiv meting. Hon tekur ikki taka hædd fyri atferðarbroyting, sum lógarbroytingin fer at føra við sær. Í veruleikanum fer landskassin mest sannlíkt at fáa 40 mió. krónur færri inntøkur.

Limirnir í Bilasølufelagnum ávaraðu móti báðum teimum fyrru lógarbroytingunum, men hvørki Fíggjarmálaráðið ella Løgtingið valdu at lurta. 

Nú ávarar felagið aftur. Uppskotið um at broyta MVG-reglurnar fyri brúktar leigubilar (LM-019/2025) byggir á skeivar og villleiðandi metingar frá Fíggjarmálaráðnum. 

Hóast Fíggjarmálaráðið sigur, at uppskotið fer at geva meirinntøkur, vísa almenn hagtøl og royndir frá vinnuni, at úrslitið verður beint øvut.

Framtíðar inntøkur fara fyri skeyti
Greiðar útrokningar vísa, at lógarbroytingin fer at kosta landskassanum umleið 40 mió. krónur um árið. Orsøkin er einføld. Ein stórur partur av brúktu leigubilunum fer at verða seldur úr Føroyum, heldur enn til føroyskar keyparar.

Hetta merkir:

  • minni MVG-inntøkur
  • minni skrásetingargjøld
  • minni virksemi í vinnuni

Samstundis verður tað torførari hjá vanligum føroyingum at keypa ein lutfalsliga nýggjan brúktan bil til ein rímiligan prís.

Verandi skipan tryggjar javnvág
Verandi lóggáva virkar væl og tryggjar ein javnvág, har ferðafólk rinda fult MVG av leigu, meðan føroyskir keyparar kunnu keypa brúktan leigubil fyri ein rímiligan prís.

Hetta hevur tryggjað bæði landskassanum støðugar inntøkur og brúkarunum ein rættvísan og virknan marknað.

Við nýggja lógaruppskotinum verður henda javnvág brotin. Úrslitið verður færri sølur, minni skattainntøkur og ein tómur marknaður fyri brúktum bilum í Føroyum.

Áheitan á Løgtingið
“Hetta er ikki ein vinnupolitikkur – hetta er ein mistakspolitikkur, sum hvørki gagnar landskassanum, brúkarunum ella umhvørvinum,” heldur Bilasølufelagið.

Felagið heitir á Løgtingið um at fella lógaruppskotið og heldur varðveita ta skipan, sum longu virkar, og sum bæði landskassin og føroyingar hava gagn av.

Útrokningar við útgangsstøði í tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum:


Trýst á myndina fyri at síggja hana størri.

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816