Filmur um “Koyrið so á motorin” – nýggj vinnusjónarmið

25. oktober. 2011 | Áskoðan

Í síðstu viku legði Føroya Arbeiðsgevarafelag nýggjan bókling um vinnusjónarmið – “Koyrið so á motorin” fram fyri politisku flokkunum í Kaffihúsinum í Vágsbotni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt eitt stuttan film um nýggja bóklingin og biðið nakrar politikarar um viðmerkingar í hesum sambandi.

Í bóklinginum eru fýra høvuðstilmæli, og fleiri uppskot til tiltøk eru í bóklinginum:
1.      Tað skal loysa seg at arbeiða
Støðan: Skattur á inntøku alt ov høgur, má í størri mun loysa seg at arbeiða – eisini ein tíma eyka.
Tiltøk:
• Meginreglan skal vera at skunda undir, og tað skal altíð loysa seg at arbeiða
• Marginalskatturin á lønarinntøku skal lækkast munandi, og markið fyri, nær ein skal rinda hægsta marginalskatt, skal setast munandi upp
• Skattanýskipan við m.a. lægri marginalskatti, fleiri nýtslugjøldum og ongum skattafrádrátti til sjómenn skal verða framd
2.      Skil má fáast á fiskivinnuna
Støðan: Vit missa um hálva milliard árliga
Tiltøk:
• Veiðitrýstið má lækkast alt fyri eitt, so vit um fá ár kunnu økja fíggjarliga avkastið í fiskivinnuni munandi
• Ein nýggjan fiskivinnupolitikk við støði í allari virðisketuni, frá veiðu, til framleiðslu og sølu
• Einki tilfeingisgjald má verða sett í verk, uttan at veiðutrýstið verður minkað, og avlagandi skipanir verða avtiknar
• Stuðulsskipanir til arbeiðsmegina í fiskivinnuni mugu burtur
• Vit mugu herða umsitingina av reglunum um útlendskan ognarrætt í føroysku fiskivinnuni
3.      Skilvís almenn fíggjarstýring nú
Støðan: Hall á fíggjarlógini, staðfest bygnaðarligt hall og vaksandi skuld
Tiltøk:
• Umfatandi nýskipanir mugu gerast av almenna geiranum fyri at fáa útreiðslurnar niður og bygnaðarliga hallið má burtur
• Dentur má leggjast á bæði kostnað og dygd í almennu tænastuveitingunum
• Vit mugu leggja dent á fyribyrging, so vit fáa bíligar loysnir til lítlar trupulleikar, í staðin fyri dýrar loysnir til stórar trupulleikar
• Vit mugu styrkja bæði politisku og fyrisitingarligu stýringina av almenna geiranum
4.      Vit mugu røkja okkara tilfeingi
Støðan:
• Føroyska arbeiðsfjøldin- lutfalsliga stór og væl útbúgvin, tó ongan fólkavøkstur
• Vit hava stórt fiskatilfeingi og náttúrutilfeingi annars
• Kapitalur er tøkur, men ábøtur
• Vitanarstøðið er á eini leið
Tiltøk:
• Útbúgvingarpolitikkur og fyribyrgjandi tiltøk fyri arbeiðsfjøldina
• Burðardygg veiða og framleiðsla
• Kapitalvinningsskattur lækkast
• Fleiri íløgur í vitan

Annað á breddanum

  1. Valfundur um grøna orkuskiftið

    Varandi Vinna skipar hósdagin 12. mars kl. 15–17 fyri politiskum kjakfundi í Vinnuhúsinum um grøna orkuskiftið og leiklutin hjá privatu vinnuni.

    09. mars. 2026 | Burðardygd
    Valfundur Grøna Orkuskiftið Web
  2. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    03. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  3. Skills Føroyar sett á stovn

    Skills Føroyar er stovnað fyri at seta sjóneykuna á yrkisførleikar, skipa fyri FM fyri lærlingar og opna dyrnar til altjóða kappingar

    03. mars. 2026
    Skills Føroyar