Finland Denmark Flags
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Finnland og Danmark lækka partafelagsskattin

17. november. 2026 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Finnland lækkar partafelagsskattin til 18% við ársskiftið, og Danmark ætlar at lækka hann til 19% í stigum

Finska tingið samtykti 6. november, eftir uppskoti frá finsku stjórnini, at lækka partafelagsskattin úr 20% niður í 18%. Broytingin fær gildi 1. januar 2027. Grundgevingin hjá finsku stjórnini fyri at lækka partafelagsskattin er serliga at gera Finnland meira kappingarført, eggja til fleiri íløgur, styrkja íverksetan og skapa búskaparvøkstur.

Í Danmark gjørdi danska stjórnin saman við Dansk Folkeparti 12. november eina politiska avtalu um ein skattreform. Partur av avtaluni er at lækka danska partafelagsskattin í stigum, úr 22% niður í 19%. Lækkingin er eftir avtaluni fult gjøgnumførd 1. januar 2029.

Í Danmark er grundgevingin fyri broytingini serliga at styrkja altjóða kappingarførið, eggja til fleiri íløgur og arbeiðspláss og skapa betri vakstrarmøguleikar. Avtalupartarnir halda, at Danmark skal vera eitt meira kappingarført land at reka fyritøkur og gera íløgur í. Teir leggja dent á, at altjóða óvissa og harðnandi kapping um íløgur gera tað neyðugt at betra karmarnar hjá vinnulívinum.

Lægri partafelagsskattur skal gera tað meira lønandi at gera íløgur í Danmark. Endamálið er eisini at tryggja, at fleiri framtíðararbeiðspláss verða verandi í landinum. Eisini halda flokkarnir, at fyritøkur skulu hava betri møguleikar at vaksa og styrkja sínar støður á altjóða marknaðum.

Í Føroyum hevur partafelagsskatturin verið 18% síðani 2006. Tá var partafelagsskatturin í hinum Norðurlondunum 8-10 prosentstig hægri enn tann føroyski. Síðani eru partafelagsskattirnir í hinum Norðulondunum og aðrastaðni í Evropa lækkaðir í fleiri umførum.

Hetta merkir eisini, at tá ið Føroyar fyri 20 árum síðani ásettu skattin til 18%, vóru vit í einari heilt aðrari kappingarstøðu mótvegis hinum Norðurlondunum, enn vit eru í dag.

Keldur:

Annað á breddanum

  1. Enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar – hesaferð fyri lønarflytingar

    Ætlanin er, at føroyskir arbeiðsgevarar framyvir skulu gjalda eitt avgjald fyri hvørja lønarflyting. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at samtykkja avgjaldið

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Albert Hall 1
  2. Frídagar um jólini – hvat er galdandi?

    Fá yvirlit yvir frídagar um jólini og nýggjárið, og hvussu arbeiði hesar dagar verður lønt

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Frídagar Um Jólini 26
  3. Flogternur og flogtænarar fingið nýggjan sáttmála

    Semja um sáttmálan fyri flogternur og flogtænarar er undirskrivað

    17. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    FAG Súlan