2

Fishmongers’ Hall karmur um føroyskt fiskivinnutiltak

15. september. 2025 | Tíðindi

Burðardygg fiskivinna og gott samstarv vóru í miðdeplinum, tá ið føroyskir og bretskir luttakarar hittust í Fishmongers’ Hall í London

Týsdagin 9. september skipaði Sendistova Føroya í London í samstarvi við Føroya Ráfiskakeyparafelag, Fiskimálaráðið og Reiðarafelagið fyri tiltakinum “Sustainable Fisheries in the Faroe Islands” í søguliga Fishmongers’ Hall í London.

Á tiltakinum greiddu føroyskir og bretskir luttakarar frá, hvussu burðardygg fiskivinna er lykilin til framtíðina bæði í Føroyum og Bretlandi. Millum annað helt Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, røðu, har hann legði dent á týdningin av burðardyggari umsiting av føroysku fiskistovnunum.

Formaðurin í Ráfiskakeyparafelagnum, Jógvan Hansen, legði í síni framløgu dent á høgu góðskuna á føroyskum fiskavørum og vísti á fjølbroyttu vøruframleiðsluna, sum limirnir í Ráfiskakeyparafelagnum framleiða og útflyta.

Hartil vísti hann eisini á drúgvu og góðu handilssambondini, sum hava bundið Føroyar og Bretland saman í mong ár, og at tiltakið vónandi kundi styrkja hesi sambond enn meira.

Tiltakið endaði við móttøku, har luttakararnir fingu høvi at royna føroyskar fiskavørur og styrkja netverkini tvørturum londini.

Myndir: Sendistova Føroya / Karolina Krasuska

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3