Fiskidagatalið má ásetast, so veiðan verður burðardygg

09. august. 2010 | Áskoðan

Tað er av stórum týdningi, at atlit verða tikin til støðuna hjá fiskastovnunum, nú fiskidagatalið skal ásetast fyri komandi fiskiár.

Føroyska fiskivinnan hevur stórar avbjóðingar fyri framman. Flestu skipabólkar hava torført við at fáa endarnar at røkka saman, og framleiðsluvinnan á landi hevur somuleiðis havt fleiri fíggjarliga tung ár.

Lívfrøðiliga sær ikki mætari út. Ávaringarnar frá fiskifrøðingum hava ljóðað í fleiri ár, men valt hevur verið ikki at lurta eftir teimum. At fiskiskapurin eftir týdningarmiklum fiskasløgum nærum er farin burtur í einki, er tó ein sannroynd og ein viðvirkandi orsøk til, at torført er at fáa endarnar at røkka saman í vinnuni. Somuleiðis er torført at sleppa av við vøruna á marknaðunum orsaka av, at ikki ber til at skjalprógva, at fiskastovnarnar vera burðardygt umsitnir.

Um hugt verður eftir fiskiskapinum undir Føroyum yvir longri áramál sæst, at úrtøkan sveiggjar nógv. Summi ár er fiskiskapurin heilt góður og liggur væl omanfyri tað, sum mett verður, at grunnarnir undir Føroyum kasta av sær. Onnur tíðarskeið er fiskiskapurin væl minni, enn mett verður, at grunnarnir kunnu kasta av sær, um vinnan verður burðardygt umsitin.

Vánaliga umsitingin av fiskastovnunum er ein av orsøkunum til, at fíggjarligu úrslitini eru so vánalig. Sjálvt um hetta er so, hevur politiska skipanin torført við at viðurkenna, at ov stór veiðuorka er inni í flotanum.

Marknaðarrákið seinnu árini hevur verið, at evropisku innkeypararnir av fiskavørum í alt størri mun krevja eina skjalprógving av, at fiskurin, teir keypa, er frá einum lívfrøðiliga burðardygt umsitnum fiskastovni. Hesi skjalprógv klárar føroyska útflutningsvinnan ikki at bera fram.

Vandi er tí fyri, at føroyskar fiskavørur ikki í sama mun sum fiskavørur frá øðrum londum, har burðardygdin kann skjalprógvast, eru kappingarførar. Tískil standa føroyskir veitarar seg ikki í kappingini um bestu keypararnar. Hetta hava útflytarnir av upsa merkt í fleiri ár, og seinasta árið hevur sølan av hýsuverðum til bretska marknaðin fingið rættuligt bakkast. Herfyri frættist frá útflytarum av toskaúrdráttum, at hesir merkja somu krøv frá sínum keyparum.

Sjálvt um bæði vinnan og politiska skipanin hava vitan um hesi viðurskiftini, so eru enn eingi tiltøk gjørd fyri at minka um veiðutrýstið undir Føroyum.

Føroya Arbeiðgevarafelag hevur fyrr víst á sína áskoðan um, at tað er sera umráðandi, at føroysku fiskastovnarnar verða burðardygt umsitnir, soleiðis at útflutningsvinnan á henda hátt fær høvi til at selja vørunar, har prísurin er bestur. Gongdin seinastu árini vísir, at hetta fær størri og størri týdning. Tí má hetta takast í ramasta álvara – ikki bara fyri at tæna útflutningsvinnuni, men øllum føroyska samfelagnum!

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816